07 september 2011

Birgit klár at fara í brúðleyp

Ein av mínum vinkonum skuldi í brúðleyp í vikuskiftinum og eg var so heppin, at eg slapp gera hana klár :D
Birgit er ikki tann, sum gongur við nógvum makeupi, mest sum minnimalt, men á serligum døgum ger hon seg eyka lekkra. Eg eri glað fyri at kunna gera hetta fyri hana :D

Fyrst byrjaði eg við at krúlla hennara hár við slættijarninum og síðani seti eg tað leysliga upp við nøkrum hárnálum. Hennara hár er steindeytt, sum ein sigur, so tað skuldi 1 sindur av hárspray til hehe...

Sjálvt um Birgit ikki er til nógv makeup, so gav eg henni meir enn hon er von við. Hon skal bara vera so lekkur, sum hon kann. Eg byrjaði við at leggja foundation á andlitið, síðani til eygnaskugganir, meðan foundation legði seg. Birgit slapp sjálv at velja ein eygnalit, síðani eg rest. Tilsaman blivu 4 eygnaskuggalitur brúktir. Eftir tað litaði eg brýnar, legði bronzer á, highlighter á og at enda maskara. Hon slapp sjálv at velja lipgloss.

Hár before:

Hár after:

Face before:

Face after:

So hugsaði eg, at hetta kundi eg brúka til mítt blogg. Eg kann brúka míni evnir til at taka myndir, sminka og gera hár :D PERFECT :D Birgit var so fitt at siga ja :D

Er hon ikki bara lekkur? :D

Listin av makeup
Foundation: Elizabeth Arden Mousse
Powder: Rimmer Silky Loose Face Powder
Powder: Makeup Store Wonder Powder í Sinai (mineral powder)
Eygnaskuggar: litur úr Naked palette hjá Urban Decay
Blush: Gosh
Maskara: The Body Shop Didive & Multiply Maskara
Lipgloss: The Body Shop

Eg takki Birgit fyri, at hon segði ja til hetta :D
Takk fyri, at tú hugdi á mítt blogg og hav ein góða dag :D

@solmunde

2 kommentarer:

  1. OMG Sig frá, um tú manglar eina royndarkanin ;) Mega lekkirt hár ;)

    SvarSlet