26 september 2011

Vødda mýking

Eg havi ein trupulleika! Eg knýti mína musklar uttan grund og uttan at eg veit av tí! Hetta ger, at eg eri spent um næstan allan kroppin! :(

Eg havi verið hjá lækna við mínum spentu musklum 2 ferir og bleiv sent til fysioterapi báðar ferir. Lekkurt var tað at ligga har og blív massera, men eg má heilt erligt siga, at tað riggaði uppá meg bert eina lítla løtu! Sera skuffandi, um ein hugsar um pengarnir tað kostar at ganga til fysioterapi! Not worth it :(
So eg var noydd at finna aðra loysn. Sjálvandi spurdi eg sjeikin :D So deiliga bíligt og intimt, men tað er bara so mikið, ið hann tímur hehe...
Eg havi hoyrt um aðrar massørar, sum bara kela og tað var ikki tað eg hevði brúk fyri! So eg valdi at fara til Face-It og royna har, eftirsum eg havi brúkt so nógvar pengar og tað ikki var so durt. Tá eg kom hartil, var sooo spent, knýtt og illa fyri um kroppin. Beinta var tann, ið masseraði mær og hon pínti meg soo illa. Hóast alla pínuna, bleiv eg nógv betri fyri, eg loysnaði og hevði næstan ongar knútar eftir (keypti mær bert 25 min massagu, sum ikkih heilt var nóg mikið). So eg kann siga, at úrslitið var nógv betri eftir bert 1 fer hjá Face It, enn 10 feriri hjá Fysioterapi! :D

Eg vil siga takk fyri Beintu, at hon ger sítt arbeiði so gott, hóast tað er hennara arb ;) 
Nú er við at vera tíð hjá mær at fara at fáa mær vødda mýking aftur! So eg fari at bíleggja mær tíð hjá Beintu í Face-It :D 


Her er linki: http://face-it.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=53&Itemid=60

Hopi, at hetta hjálpur tær, um tú hevur somu ella líknandi trupulleikar, sum eg havi og góða eydnu :D
Tú ert vælkomin at gera mær feedback :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar