28 september 2011

Mín yndis pizza

Uhmm PIZZA! Hví skal pizza smakkað so væl og vera so ósunn??!
Sum barn elskaði eg Lørdagspizza. Mítt fyrsta minni av henni var 1 nýggjár. Tey vaksnu vóru niðri á vegnum og hugdu at fýrverkinum, tá ið tað var úti á Tvøroyri. 
Lítli beiggi mín og eg vóru eftir hjá ommuni, tí at vit vóru ov "lítil" til at fara út so seint. So omman gjørdi okkum Lørdagspizza´ina hjá stóra beiggja okkara :D Uhmm, sum hon smakkaði væl! :D
Annars havi eg í nógv ár etið pizza frá Pizza 67. Tær hava verið Hawaii, 67 Suprime og Rolling Stones (+ eyka). Eg helt, tær vera so góðar, men so eina fer tímdi eg ikki tær longur... 
So at finna pizza onkra aðrastaðni og eg leitaði runt Havnina... 
Hvonnpizza helt eg, vera sera lekkra og dámdi væl, men mín betra helvt legði einki pizzur frá Hvonn, so tað bleiv ikki av nógvum :s
So opnaði Carrello á "Rønkuni", har sum gamli kaffivognurin var og tað máttu vit royna eftir sum eg arbeiddi í firmaðinum. Í eina tíð royndi eg nakrar pizzur uttan held... Eg bleiv 1 sindur irritera, tí at eg ikki kundi finna ein pizza, sum eg dámdi væl! Eg kom so til tað niðurstøðuna, at eg skuldi royna onkra nýggja! "Time for a change", hugsaði eg! Eg valdi mær eina pizza við mati, sum eg vanligvís ikki át, sum oliven og feta.  Eg bleiv so yvirraska og glað fyri, at eg endiliga hevði funnið eina pizza, sum eg enn dyrki! :D og tann pizza´in er Athena :D Á henni eru feta, oliven, rucula salat, pesto og so biði eg um citrónolju omaná :D (summartíðir eisini hvítleyk!) Uhmmm...! :D


Eg hopi, at tú roynur hana og at tú dámar hana :D Væl gagnist...
Vælkomin, at geva mær feedback 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde





Ingen kommentarer:

Send en kommentar