02 september 2011

31 ára eru tann penasti aldurin hjá konufólki




Kvinnur, ið eru 31 ára gamlar, náa toppin hvat viðvíkur stíli, sjálvsáliti og útsjónd.

Tað er ikki altíð lætt at eldast, men eftir øllum at døma gerst tað betur inntil kvinnurnar fara um tey 31.

Tað er nevniliga her kvinnurnar eru vakrast.

Soleiðis ljóðar niðurstøðan í einari nýggjari kanning, har fleiri enn 2.000 mannfólk og konufólk í Bretlandi hava luttikið, skrivar The Daily Telegraph.

Tað eru serliga kvinnur síðst í 20'unum og fyrst í 30'unum, ið eru vakrar - og tá tær eru 31 ára gamlar náa tær toppin. Í hesum føri kunnu vit m.a. nevna at fyrrverandi danska X-Factor vertin Lise Rønne, sjónleikarinnuna Katie Holmes og sjónleikarinnuna Jennifer Love Hewitt áttu at kent seg hepnar. Tær eru allar 31 ára gamlar.


Meira enn at síggja gott út.Tá spurt varð um, hvussu luttakararnir í kanningini lýsa vakurleika, svara 70%, at at tey seta vakurleika í samband við sjálvsálit, 67% at tað er í samband við útsjónd, og 47% seta tað í samband við góðan stíl. Og nevniliga kvinnur, ið eri 31 ára gamlar náa toppin, hvat viðvíkur útsjónd, stíli og sjálvsáliti, halda spurdu mennirnir og kvinnurnar.

"Kanningin vísur á tað, sum vit í langa tíð hava hildið. Veruligur vakurleiki er meira enn bara at síggja gott út. Tað er ein samanseting av sjálvsáliti, stíli og persónligheit" sigur Sue Leeson, ið er marknaðarstjóri fyri QVC, ið stendur aftanfyri kanningina.

63% av teimum kvinnunum, ið vórðu spurdar í kanningini, halda, at 'veruligur vakurleiki kemur við aldurinum', meðan 51% avdúka, at tá tey gerast eldri, at tey verða minni ósikkur og kenna seg vakrari. 63% ganga harumframt minni upp í, hvussu tey síggja út, tá tey gerast eldri.



Sambært kanningini eru tað serliga kvinnurnar í London, ið hava sjálvsálit, hvat viðvíkur útsjóndini.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar