09 september 2011

Brúk fyri hjálp og motivatión við at tapa teg?

Nakrar vikur síðan fekk eg 1 gott ráð frá einu góðari vinkonu hjá mær. Hon foraldi mær, um eina heimasíðu, sum eitur madlog.dk.



Madlog er ein online kaloriuteljari, sum gevur tær 100 % stýr á tínum kosti. Tú velur sjálv/ur, hvussu nógv tú vilt tapa teg og hvussu skjótt, so roknar madlog títt kaloriubrúk. Har eru ongir reglar. Tú avgerður sjálv/ur, hvat tú koyrur í munnin og lærur skjótt via madlog, hvat tær goymdu kaloriunar eru. Tú skalt ikki bara tapa teg, men at haldi tí niðri og tað kanst tú, tá tú veist, hvar kaloriunar goyma seg. ímeðan tú fyllur út, kemur ein langur forslaglistin, so er rættiliga gott.
Har kann tú eisini rokna títt BMI, skriva niður, hvar tú etur og máta sentimetrar, so er ein skala.
Fyri nakrar krónur um mánaðin, kanst tú upprætta tær ein privatan profil, sum bara tú sær, har tú fyllur alt út, hvat tú etur og hvat fyri motión tú hevur gjørt, og madlog roknar alt út fyri teg. Tað í sær sjálvum er motivation! :D






Eg havi no ideas, um hvar kaloriunar eru :s So eg royndi hetta og eri glað sera fyri tað. Sera motiverandi fyri meg :D + ein aktiv vinkona er flutt til Havnina :D Av tí saman eri eg blivin meir aktiv. Gangi túr næstan hvønn dag og royni at eta sunnari hehe... Eg eti heilt lítið av bommi í mun til áðrenn! Tá mátti eg hava okkurt søtt hvønn dag! :s Av tí at eg át so nógv sukur, hevði eg ongan orku og bleiv dovin. Eg havi verið sera ósunn! :(
Mítt mál va rat tapa meg 1/2 kilo um vikuna  og niðurstøðan aftaná 3 vikur av madlog.dk er, at eg havi tapt meg 2,6 kilo :D Og tað besta ov øllum eru cm er havi tapt meg! 23,2 cm!! :D Nice, ha? SKAL EG HALDA ÁFRAM?


Eg hopi, at tú roynur hetta og at tað hjálpur tær :D www.madlog.dk
Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

1 kommentar: