21 september 2011

Hevur tú feittut hár?

Eingin hevur hug at ganga við feittutum hári. Ein sær ikki serliga reinligur út, men fakta um feittut hár er: Feittut hár er sunt. Sebumi (oljan) verjir hvørt hár frá turrheit og frá at oyðilagdir endarnir. Oljan er tín egna innbygda fugtiheit. 
Tað kunnu vera fleiri grundir til at hári er feittut: millum annað umhvørvið, skeivt shampoo, ov nógv shampoo, ov nógv vaska við stuttum millumbili, matur ið er feitur, hormonirnar, um tú greiður ov nógv og nertur ov nógv við hári... 


Mítt ráð til tín er, ikki vaska hári ov ofta, max 2-3 ferir um vikuna. Vaskar tú hári oftari, verður tað skjótari feittut! 
Nert ikki ov nógv við hári!
Greið ikki ov nógv hári.
Ikki brúka nógv shampoo. 
Keyp tað rætta shampooi! 

Eg havi fingið mær fortalt, um shampooi er klárt, er tað til oljut hár. Er hár títt turt, er klári shampoo ikki fyri teg, tí at tað gevur ikki fukt.
Lat shampooi sit í í 5 min, áðrenn tú skolar tað úr.

Um tú hevur feittut hár og ikki hevur tíð at vaska tað, kanst tú koyra 1 sindur av powder (eg brúki babypowder) á hárið. Tað er ikki neyðugt at koyra í alt hárið, men í reikin ella har tað er mest brúk fyri tí...

Eg havi sjálv turran og skriða í hárbotninum, so kann ikki brúka hvat sum helst shampoo...
Tað besta ið eg havi roynt, er Vichy frá Apotekinum. Akkurát tað er til oily, dry and ichy scalp. Tað er 1 sindur durt, men vert tað, um tú hevur hesu trupulleikar. Tað er ikki neyðugt at blíva við at brúka, men tað er gott at eiga :D

Tað ringasta shampooi eg havi roynt, er Fructis! OMG, tað skreyð nakað so illa í hárbotninum! Eg fari aldrin at brúka tað aftur! Haldi, at eg skriðarði hol á hárbotnin :( Mamma segði ofta fyrr, at eg mátti ikki keypa Response ella hvuss tað eitur (heilt ljóst gulur rundaður dunkur við einum fugli á), tí at tað var alt ov sterkt til mín...

Hopi, at tað hjálpur tær :D Viðmerk endiliga, um tað er nakað.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde 

2 kommentarer:

  1. Cool blog Ann!
    Tað hevði verið enn betur um tú nevndi hvar tú fært facts'ini frá;)

    Sólfríð

    SvarSlet
  2. Takk Sólfríð :D Eg havi lisið meg framm okkurt av tí og roynt okkurt sjálv. Minnist tíverri ikki hvar, tí at tað er so miki langt síðan :s
    Verd 1 roynd, right? :)

    SvarSlet