13 september 2011

Bestu bollar, ið eg kenni :D

Dámar tær væl bollar? Hevur tú roynt aðrar enn bara teir vanligu bollarnir?
Eg havi fingið nógv rós fyri bollarnir, sum eg geri :D 
Tó skal viðmerkjast, at uppskriftin ikki er mín.
Her er hon: 
Bollar við súrepli :D
50 g av bleytum ger
100 g av sukri
2 dl av flógvari mjólk
1 egg
50 g av margarini
600 g av mjøli
1 stórt ella 2 smá súreplir
2 rokaðar tsk av kaneli



Rør geri, sukrið og mjólkina. Elt egg, margarini, mjøl og kaneli uppí. Set deiggið at ganga. Karva súreplini heilt smátt og knoða tey upp í deiggi, tá tað er gingið. Ger bollarnir og set teir á eina smurda plátu at ganga. Tá bollarnir eru væl gingnir, skulu teir setast inn í heitan ovn (220 gradir) og bakast í umleið 1 korter ella til teir hava nóg brúna skorpu. Bollarnir smakka best flógvir við smøri uppá. 
(Síða 18)

Persónliga haldi eg, at 220 gradir er for nógv og mær dámar best ljósir bollar :D Eg seti teir á eina plátu við bakipapíri á.


Eg hopi, at tú roynur teir. Teir smakka sooo væl :D Góða eydnu :D 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar