28 maj 2014

Longsti gongutúrur í ár (2014)

Systur mín og eg vóru ein langan gongutúr í novembur í 2012. Tað var úr Trongisvági til Hovs. Eg var 1 sindur irritera uppá hana, tí at hon orkaði ikki so væl, men vit kláraðu tað uppá 2 tímar.

Hesu fer fór eg sjálv og eg vildi klári túrin innan 2 tímar. So farturin fór upp, eg var í nýggjum treningsskóm, væl ílatin, tónleik í oyrinum (høgt tempo) og veðrið var gott, men kalt.

Her eru nakrar fáar myndir frá túrinum.



Næstan akkurát komin inn í tunnilin. 



Har var endin! Tað var kalt og tað tók sína tíð... 




Sum tú sært á myndini niðriundir, kláraði eg tað væl undir 2 tímar og eg eri bara stolt av mær sjálvari. 


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Eg hopi, at eg kláraði at geva tær íblástur til slíkan túr ;) Hav ein góðan gongutúr :)

@solmunde





14 maj 2014

Langafríggjadags makeup

Eg veit, at Páskini eru farin aftur um bak og at vit eru komin í mai mánaða, men eg helt, at eg skuldi vísa tær mítt makeup frá Langafríggjadegi.
Á tílíkum døgum og á serligum døgum dámar mær væl at "go all in" við mínum makeup. Tað kann eg ikki hvønn dag uttan eftirfylgir...

Eg vildi ikki, at tað skuldi verða hvønndagsligt makeup, eftirsum tað vóru Páskir og ein skuldi leggja tað til merkis. Eg valdi ein lit (Satin Taupe), sum eg ikki hevði brúkt í langa tíð og mær dámar hann ordiliga væl.

Eisini havi eg skriva hvørja vøru eg havi brúkt.





Á andlitinum:
M.A.C Prep + Prime
M.A.C Select moisturecover concealer (í NW20) 
M.A.C Mineralize foundation (compack í NC20)
NYX HD Photogenic concealer (í CW01 Porcelaine) 
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Elizabeth Arden Bronzing powder duo
Wet 'n' wild blush í Pearlscent Pink
Makeup Store Wonder Powder í Sinai 001 (highlighter)

Á eygnabrýrnum:
The Body Shop Eye Definer Shade Rich Brown (pencil) 
Unique Active eyebrow fix

Á eygunum:
M.A.C Painterly Paint Pot (primer)
M.A.C Satin Taupe e/s
M.A.C Omega e/s
M.A.C Vanilla e/s
Wet 'n' wild Coloricon svørt kohl
Lancome Hypnose maskara

At enda sproytaði eg 1 sindur av Mac Fix + á. Tað setur makeupi.

Øll Mac vøran er keypt á flogvøllinum í Kastrup.

Her sært tú akkurát, hvussu eg gjørdi.



Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hopi, at tú dámdi hann og hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at spyrja:)
Hav ein góðan dag:)

@solmunde

11 maj 2014

Holi í Hellinum

Fyri Páskir vóru vit á Suðuroy og vit vildu fara útferðir. Eg kom so við hugskotinum um at fara út í Holið í Hellinum í Froðba. 
Sjálv hevði eg ikki verið heilt inni í holinum, men hevði sæð myndir frá tí sysknabarni hjá mær hevði verið. So hugsaði eg, at um hon kundi, kundi eg eisini :)
Tað er nokk avbjóðandi fyri summi, tí at har eru stórur steinar, ein má klatra, tað kann vera hált og tað krevur balansu.












Har er ótrúliga flott og mær dámar væl at ganga har.
Hevði eg ikki havt vant so nógv, hevði tað verið strævnari fyri meg. Tað skal eg viðganga. 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Vónandi gevur hetta tær íblástur til at fara í Holið :)

@solmunde

07 maj 2014

Dramatisk "í býin makeup"

Tað er gott at keða seg av og á...


Fyri nøkrum árum síðani keypti eg ein eygnaskugga frá Makeup Store. Mær dámar væl litin, men eygnaskuggin "creased on me". Tað vil siga, at eygnaskuggin fer av og samlast á eygnalokinum og tað dámar mær ikki.
Anyway, eg helt, at eg skuldi royna hann eina fer enn og hesu fer leggja ein annað lit á áðrenn.

Ein dagin tá eg var sjúk, keddi eg meg so nógv, at eg fór at sminka mær. Tað var langt síðan at eg hevði gjørt nakað dramatiskt og okkurt, sum ein kann brúka til t.d. ein túr í býin. 
So eg fór inn í kamari, í mítt sminkukuffert, fann tað framm, sum eg skuldi brúka og fór so í gongd.

Eg havi gjørt eina myndarøð, so tú kanst fylgja við, hvat eg geri. Listin yvir, hvat eg brúkti er longur niðri.

Tað fyrsta eg geri, er at busta deyða húð av, vaska andlitið og smyrja húðina væl við olju og kremi.




Fyrst smyrji eg primari á. Hetta ger at foundation fer lætt á og at tað sær slættari út. Síðani smyrji ein peach concealara undir eyguni fyri at goyma tað myrka, sum ofta kemur av verða troyttur ella stressaður. Eftir tað leggi eg foundation á og ein ljósari concealer enn foundation, á undir eyguni fyri at gera tað ljósari har. Eingin vil síggja myrkur út undir eygunum!






Fyri at foundationi skal verða verandi á so leingi sum møguligt, leggi eg powder omaná foundationi og concealer. 



So er tíð til at gera skuggar við at bronza. Hetta ger at tú sært klænri út, um tú gert tað rætt.




Fyri at fáa eitt sindur av farvu á kjálkarnar, legði eg blush á. Ein sær so sunnur út við blush á, tó ikki, um ein koyrur óv nógv á.



Fyri at fáa eitt sindur av shine og glow, leggi eg highlighter á hægsta punkt á kjálkunum, eftir nøsini og á mítt "cupids bow", beint yvir varrunum.




So fari eg í gongd við mínar eygnabrýr. Eg greiði tær, fylli tær við eygnaskugganum fyri ikki at hava glopp og set tað við einum eyebrow fix. 
Her hevði eg bara gjørt eina eygnabrýr fyri at vísa mun. Tað sæst tíverri ikki væl.



Tá eg geri eyguni, leggi eg altíð ein primer á eygnaloki, so eygnaskuggarnir ikki "crease" og so omaná við eygnaskugginum. Fyrst ein ljósari lit. Tú sært beinvegin at eyguni fáa djúpd.

Hetta er faktiskt sami litur, sum eg legði á eygnabrýrnar. Ein litur sum eg brúk nógv.  




Eg leggi ein ljósan lit undir eygnabrýrnum, sum ikki hevur serliga nógv shine í, tí tann myrki eygnaskuggin ger so nógv um seg. Áðrenn eg legði tann myrka litin á, smurdi eg svarta kohlstift á niðri við vippurnar og gnýggjaði hana út og so á við tí myrka litinum, sum er ein olivenbrúnur litur við gull í. Øgiliga flottur litur. Leggur tú svart undir, blívur liturin, sum verður lagdur útyvir, meir intensur.



Eg veit, at tað ikki sær gott út, men tað blívur tað beinanvegin betur, tá kohlstift kemur á. Eg smurdi eitt sindur tunt lag á og smurdi hana út við bustini fyri ikki at hava eina skarpa linju, men eina bleyta.



At enda smurdi eg maskara á og setti eitt par av følskum vippum á. Tað gjørdi eg, tí at tá ein hevur so myrkar eygnaskuggar á, sær ein oftast ikki vippurnar. So misti eg eitt sindur av dagsljósinum, men tað ger kanska ikki so nógv, tá ein hugsar um, at hetta er eitt look til náttarlívi ;)







Hevði eg farið út í býin nú, hevði eg sjálvandi lagt meir bronzara og blush á, tí at annars sá ein tað ikki í barrum og diskotekum vegna ljósinum.

Eg eri klár yvir, at eygnabrýrnar síggja farligar út, men eg havi latið tær veksa, so eg kann fáa tær voksaðar. Eg hevði tíð seinni í vikuni.

Hevði tað verið vikuskifti og eg frísk!

Aftaná 4 1/2 tímar høvdu eygnaskuggin enn ikki "creased"! :)

Til andliti:

M.A.C Prep + prime
Makeup Store liquid foundation (Milk)
NYX Photogenic concealer (porclain)

NYX HD Photogenic concealer (í CW01 Porcelaine) 
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Banana Powder frá Ben Nye
Elizabeth Arden Bronzing powder duo
Wet 'n' wild blush í Pearlscent Pink



Til brýrnar:

M.A.C Omega e/s
Unique Active eyebrow fix



Til eyguni:

M.A.C Painterly Paint Pot (primer)


M.A.C Omega e/s
M.A.C Vanilla e/s
Makeup Store Microshadow Choco D´or
Wet 'n' wild Coloricon svørt kohl
Lancome Hypnose maskara
Ardell Demi Wispies lashes

Eg gloymdi at koyra á varranar. Av tí at eyguni er so dramatisk, hevði eg smurt M.A.C Hue varrastift á og kanska eitt klárt lipgloss.


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hopi, at tú dámdi hetta. Sig mær, hvat tú heldur um hetta step by step myndir.

@solmunde

05 maj 2014

Hvat var í postkassanum nr. 5, 6 og 7.

Nú er ein tíð farin, síðan eg havi gjørt 1 tílíkt innlegg. Tað merkir ikki, at eg ikki havi keyp nakað ;) 

Eftirsum eg havi fingið 3 pakkar, leggi eg allir saman. Eg minnist tíverri ikki í hvørja rekkjufylgi teir komu í, men sama ger.

Hesin niðurdeilurin er av slagnum Asos og eg keypti hann í std. 12 (40). Eg dámar hann, men eg hevði vilja, at hann var í einum øðrum liti, tí at grátt er ikki mín litur. Kanska eg liti hann.





Hesin toppurin er av slagnum New Look. Hann er std. 12 (40), men hann er petit. Hann er 1 sindur stuttur, men eg brúki hann allíkavæl. Mær dámar hann væl. 


Hesin kjólin er eisini av slagnum Asos og hann er eisini std. 12. Hann hevur 1 sindur niðurringaðan háls og so er tað útskori um akslarnir.
Eg havi tað 1 ringt við at brúka hann, tí at eg eri ikki von við at vísa so nógv av mínum beinum, men eg fari at vera raskari við at brúka leggings ella nylonsokkar saman við. Hann hevur ongan form, so eg komi nokk til at brúka 1 belti við honum.


Hesar deiligu ballerina skógvarnir eru eisini av slagnum New Look og teir eru í std. 5 (38). Teir kundu verið 1/2 nr minni. Mær dámar so væl blondirnar, tí at tær gera skógvarnir femininir og romantiskir.





Alt sum tú sást her, var keypt frá asos.com. 

Eg ætli at vísa tær í einum øðrum innleggi, hvussu eg style klæðini. 


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Asos senda ókeypis ;)

@solmunde

03 maj 2014

Eg sum stylistur

Systur mín spurdi um mína hjálp herfyri og hon var so glað fyri tað, sum eg fann framm fyri hann, at hon spurdi aftur eitt kvøldi.
Tað gleðir meg, at hon spyr meg :)

Av tí at hennara klæðir eru spjadd yvir alt Føroyar, er tað avmarkað, hvat ein hevur at arbeiðs við og tað sum eg kom framm á var hetta.




Mær dármar væl myndir, sum eingin veit av, at eg taki :)




Myndirnar eru tiknar við ymskum tlf.

Eg havi lært hana at sminka sær, so tað vildi hon sjálv gera. Tað sá bara fínt út hjá henni :)


Viðmerkjast skal, at hon fór í býin.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Vónandi fært tú íbástur av hesum.

@solmunde

Mítt kroppsliga status

Kennur tú til, tá ið ein bara skal taka seg saman og fara at gera tað, sum ein ætlar sær? Grundin til at ein ikki fær tikið seg saman, er nokk tí at viljin ikki heilt er til staðar... 

So eru tað kurar her og kurar der! Nær hava teir rigga? Í tí langa endanum, ongantíð.


Sum barn og ung var eg álaslonk. Eg var altíð aktiv, var nógv úti og eg íðkaði ymskan ídrótt, men tó ikki í senn. 
Tað var ikki fyrrenn eg koma saman við sjeikinum, at eg fór at taka uppá. Har komu 5 kg uppá. Meðan eg gekk á Miðnámskúlanum, tók eg 10 kg uppá og hini 5 kg komu uppá av wienerbreyð og pizza. Tilsamans havi eg tikið 20 kg uppá yvir fleiri ár..! 

Í oktobur í 2011 teknaði eg meg sum lim í Vælveru Fitness gjøgnum arbeiðsplássi hjá mær, við tí endamáli, at eg skuldi ordiliga taka meg saman og fara at venja. Men so langt kom eg slett ikki. 
Eg helt sjálv, at tað var langt úti av mær og eg dámdi ikki, hvussu eg hevði lati meg sjálva farið og hvussu eg sá út kroppsliga! T.v.s at eg havi goldið limagjald í yvir 1 ár uttan at hava verið og vant! Vánaligt av mær, eg veit...
Tað hevði verið so nógv nemmari, at havt onkran við sær, sum skumpaði undir ein og motiveraði ein, men tað hevði eg ikki. 
Eg vandi 1 sindur yvir alt seinasta ár, men tað var ikki nokk til at eg bleiv bitin og hekk í. Eg helt, at eg kundi venja og eta alt, sum eg vildi og fáa gott úrslit, men soleiðis er tað ikki!

Nú kann eg siga, at tann trupulleikan hevði eg! Í januar í ár fekk eg tikið meg saman! Eg hevði enn ongan at koma við mær, men eg fór allíkavæl! Eg fekk rundvísning og 1 program at venja eftir, og so í gongd fór eg. Tað var ringt at byrja, men tað bleiv skjótt ein vani og aftaná 2 vikur sá eg longu mun! So bleiv eg bitin av tí.
Eftir at hava vant í umleið 4-5 vikur, fekk eg ein partnara. Eg var ikki eingongd noydd til at lokka hana, hon vildi tað sjálv. Vit venja 4-5 ferir um vikuna.

Eg gloymdi at taka eina myndir av mær áðrenn eg byrjaði at venja! :(
Myndin til vinstru er tikin í august í 2013. Eg vænti ikki, at tað hevur verið nógvur munur á mær í august 2013 og januar 2014, men tað dugi eg so ikki at siga.
Myndin til høgru er tikin í mars 2014. T.v.s. at uppá 9 vikur (frá eg byrjaði at venja í jan) hevði eg ikki tapt meg nakað serligt í kg, men 21 cm! Persónliga haldi eg, at tað er flott klárað og eg eri stolt av mær sjálvari. Tað sæst týðiligur munur á myndunum.




Tað skal sigast, at eg ikki bara venji, men eg havi broytt lívsstíl. Eg er næstan givin at eta ósunt og góðgæti. Eg haldi tað til eina fer um vikuna! Eg eti ikki eplir. Eg eti bara groft pasta og rís, men ræðuliga sjálvdan. Í staðin eti eg kókað brokkoli, blommkál og gularøtur. 
Sjeikurin væntaði, at hesar matbroytingarnir fóru at ganga útyvir hann og tað vildi hann ikki. Hann hevði ikki hug a eta slankimat og hann byrjaði at taka syld í sær sjálvum. Men hann fann skjótt útav, at tað var ikki so nógv øðrvísi og at tað smakkar væl. Onkrar dagar, tá eg havi havt góða tíð, havi eg gjørt døgurðan uppá 2 ymiskar mátar.

At enda skal eg siga, at um tú ynskir at tapa teg, MÁST tú gevast við at eta alt ósunt. Broyt lívsstíl! Et 6 máltíðir um dagin! Tú tekur ikki 5 kg uppá uppá onga tíð. Tú mást arbeiða fyri at fáa tað av aftur! Ikki, um tú hevur eina super góða forbrenning, men tú sært mín point.
Ert tú virkiliga klár/klárur yvir alt tað ósunna, sum tú etur?! Um ikki, ger eina matdagbók, so finnur tú útav tí. 

Eg havi tað nógv betur við meg sjálva. Eg eri glaðari og sjeikurin er eisini glaðari. Eg eri blivin klænri. Eg eri blivin fastari og eg eri farin  1-2 støddir niður í klæðum. 
Eg havi arbeitt hart fyri hetta og tað er tað vert! :D  

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Vónandi fekst tú íblástur til at liva betur og at vera sunnari :)
Spyr endiliga, um tú hevur onkran spurning :)

@solmunde