07 maj 2014

Dramatisk "í býin makeup"

Tað er gott at keða seg av og á...


Fyri nøkrum árum síðani keypti eg ein eygnaskugga frá Makeup Store. Mær dámar væl litin, men eygnaskuggin "creased on me". Tað vil siga, at eygnaskuggin fer av og samlast á eygnalokinum og tað dámar mær ikki.
Anyway, eg helt, at eg skuldi royna hann eina fer enn og hesu fer leggja ein annað lit á áðrenn.

Ein dagin tá eg var sjúk, keddi eg meg so nógv, at eg fór at sminka mær. Tað var langt síðan at eg hevði gjørt nakað dramatiskt og okkurt, sum ein kann brúka til t.d. ein túr í býin. 
So eg fór inn í kamari, í mítt sminkukuffert, fann tað framm, sum eg skuldi brúka og fór so í gongd.

Eg havi gjørt eina myndarøð, so tú kanst fylgja við, hvat eg geri. Listin yvir, hvat eg brúkti er longur niðri.

Tað fyrsta eg geri, er at busta deyða húð av, vaska andlitið og smyrja húðina væl við olju og kremi.




Fyrst smyrji eg primari á. Hetta ger at foundation fer lætt á og at tað sær slættari út. Síðani smyrji ein peach concealara undir eyguni fyri at goyma tað myrka, sum ofta kemur av verða troyttur ella stressaður. Eftir tað leggi eg foundation á og ein ljósari concealer enn foundation, á undir eyguni fyri at gera tað ljósari har. Eingin vil síggja myrkur út undir eygunum!






Fyri at foundationi skal verða verandi á so leingi sum møguligt, leggi eg powder omaná foundationi og concealer. 



So er tíð til at gera skuggar við at bronza. Hetta ger at tú sært klænri út, um tú gert tað rætt.




Fyri at fáa eitt sindur av farvu á kjálkarnar, legði eg blush á. Ein sær so sunnur út við blush á, tó ikki, um ein koyrur óv nógv á.



Fyri at fáa eitt sindur av shine og glow, leggi eg highlighter á hægsta punkt á kjálkunum, eftir nøsini og á mítt "cupids bow", beint yvir varrunum.




So fari eg í gongd við mínar eygnabrýr. Eg greiði tær, fylli tær við eygnaskugganum fyri ikki at hava glopp og set tað við einum eyebrow fix. 
Her hevði eg bara gjørt eina eygnabrýr fyri at vísa mun. Tað sæst tíverri ikki væl.



Tá eg geri eyguni, leggi eg altíð ein primer á eygnaloki, so eygnaskuggarnir ikki "crease" og so omaná við eygnaskugginum. Fyrst ein ljósari lit. Tú sært beinvegin at eyguni fáa djúpd.

Hetta er faktiskt sami litur, sum eg legði á eygnabrýrnar. Ein litur sum eg brúk nógv.  




Eg leggi ein ljósan lit undir eygnabrýrnum, sum ikki hevur serliga nógv shine í, tí tann myrki eygnaskuggin ger so nógv um seg. Áðrenn eg legði tann myrka litin á, smurdi eg svarta kohlstift á niðri við vippurnar og gnýggjaði hana út og so á við tí myrka litinum, sum er ein olivenbrúnur litur við gull í. Øgiliga flottur litur. Leggur tú svart undir, blívur liturin, sum verður lagdur útyvir, meir intensur.



Eg veit, at tað ikki sær gott út, men tað blívur tað beinanvegin betur, tá kohlstift kemur á. Eg smurdi eitt sindur tunt lag á og smurdi hana út við bustini fyri ikki at hava eina skarpa linju, men eina bleyta.



At enda smurdi eg maskara á og setti eitt par av følskum vippum á. Tað gjørdi eg, tí at tá ein hevur so myrkar eygnaskuggar á, sær ein oftast ikki vippurnar. So misti eg eitt sindur av dagsljósinum, men tað ger kanska ikki so nógv, tá ein hugsar um, at hetta er eitt look til náttarlívi ;)







Hevði eg farið út í býin nú, hevði eg sjálvandi lagt meir bronzara og blush á, tí at annars sá ein tað ikki í barrum og diskotekum vegna ljósinum.

Eg eri klár yvir, at eygnabrýrnar síggja farligar út, men eg havi latið tær veksa, so eg kann fáa tær voksaðar. Eg hevði tíð seinni í vikuni.

Hevði tað verið vikuskifti og eg frísk!

Aftaná 4 1/2 tímar høvdu eygnaskuggin enn ikki "creased"! :)

Til andliti:

M.A.C Prep + prime
Makeup Store liquid foundation (Milk)
NYX Photogenic concealer (porclain)

NYX HD Photogenic concealer (í CW01 Porcelaine) 
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Banana Powder frá Ben Nye
Elizabeth Arden Bronzing powder duo
Wet 'n' wild blush í Pearlscent Pink



Til brýrnar:

M.A.C Omega e/s
Unique Active eyebrow fix



Til eyguni:

M.A.C Painterly Paint Pot (primer)


M.A.C Omega e/s
M.A.C Vanilla e/s
Makeup Store Microshadow Choco D´or
Wet 'n' wild Coloricon svørt kohl
Lancome Hypnose maskara
Ardell Demi Wispies lashes

Eg gloymdi at koyra á varranar. Av tí at eyguni er so dramatisk, hevði eg smurt M.A.C Hue varrastift á og kanska eitt klárt lipgloss.


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hopi, at tú dámdi hetta. Sig mær, hvat tú heldur um hetta step by step myndir.

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar