15 februar 2016

Lívsstílsbroyting (vegna heilsuna)

Summi av tykkum vita longu, at eg havi broytt matvanar. Um tú fylgir mær á Instagram ella um eg havi teg á Snapchat, so hevur tú sæð okkurt av tí, ið eg havi lagt út ella deilt.

Alt mít lív havi eg havt trupulleikar við mínari húð. Eg bleiv fødd við Astmaeksemi/Barnaeksemi. Mamma brúkt fleiri dunkar av kremi um mánaðin, tá eg var barn og eg haldi áfram sum vaksin. Tá eg var ringast, vataði mín húð og klæðini klebraðist føst at húðina. Mamma mátti seta eg í baðikaði fyri at bloyta klæðini av mær.

Sum tíðin er farin, er mítt eksem ikki so ekstrem longur. Árstíðinar gera eisini sín part. Um summari kann húðin verða góð, serliga um eg eri uttanlanda. Um veturin er húðin nógv turrari og sprekkar av vatni og kulda.

Um eg havi tað gott, er húðin bert turr (flakar), men um eg upplivi sorg ella stress t.d., so gongur tað harðliga út yvir mína húð og mín hárbotn.
Tá mamma doyði, fór eg ígjøgnum sorg og stress. Eg hevði bruna í hárbotnin 3 ferir tað árið! Húðin hjá mær var reyð, flekkut og turr. Eg hevði so ilt. Síðan tá hevur húðin hjá mær ikki blivi so sum hon var, áðrenn mamma doyði.

Eg má altíð hava handkrem uppi á mær.

Eg kann ikki bara fara ein spontanan túr í svimjihylin, tí at eg má hava krem við til at smyrja á húðina aftaná at hava verið úti í hylinum, annars sprekkar og flakar húðin.

Í fyrra ári vandi eg nógv og tá skal ein ikki eta ósunt = eg át bera søtt 1 fer um vikuna. Tað gekk øðiliga væl við ikki at eta bomm og køkur. Men tá eg nú so setti meg at eta hetta sukuri, legði eg til merkis, at eg fekk ilt í húðina, bókstavliga.
Eg sæt og át Sour cream & onion chips eitt kvøld, og tað ikki meir enn fari niðurum, so skreyð og sveyð í húðini. Tá gekk tað upp fyri mær, at hetta ikki var rætt.
Seinni tað ári fóru vit suðureftir at ferast og flestu dagar gera ein ikki mat. Vit fóru út at eta hendan seinnapartin. Eg bílegði mær ein sandwich og chips. Meðan eg sat har og át, legði eg til merkis at eg bleiv illa fyri hvørja fer eg át chips.

Eg má verða erlig og siga, at eg kann ikki havi gingið fleiri dagar av mínum lívið  uttan sukur, annars hevði eg lagt merki til tað fyrr. Tað sigur eitt sindur um hvønn mat eg havi koyrt í meg. Men ein lærur so leingi ein livur, tíbetur.

Sum tíðin gekk, hoyrdi eg eitt afturvendandi navn. Olga Hentze. Eg anaði ikki, hvør hesin perónurin var og hvat hon gjørdi. Tað sum eg hevði hoyrt, var um persónar, sum vóru farnir til hennara vegna teirra heilsu trupulleikum og tey høvdu tað nógv betri at hava verið hjá henni. 
Eg hugsaði, at eg hevði einki at missa. Eg hevði livað soleiðis í yvir 30 ár og at tað sum eg gjørdi, hjálpi mær ikki. Nú var tíð til, at tað bleiv við álvara! Eg bleiv eisini bilsin og avgjørdi at senda henni ein mail. Vit avtalaðu eina tíð til viðtalu.

Av tí at Olga ikki longur býr í Føroyum, máttu vit tosa á Skype. Í mínari viðtalu fortelji eg henni allir mínir trupulleikar og hon sigur beinanvegin, at eg ikki skal intaka gluten, laktosu og sukur, tí at mín kroppur er intolirantur fyri hesum. Eg fór í sjokk og hugsaði, hvat kundi eg so eta?! Eg hevði ringt við at svølgja hetta, men eg hevði tikið avgerina. Hon gav mær vitanina og uppskrifti gjøgnum hesa skypeviðtalu og tá vit vóru lidnar, var eg nakað so ólukksáliga í øðrviti. Eg hevði aldrin hoyrt um nógv av hesum, sum hon nevndi. So alt var nýtt fyri meg og eg føldi, at eg einki kundi eta.

Tað var ein ordans kollvelting fyri meg og sjeikurin var upp aftur býttari (vælsigni hann), tá tað kom til hendan matin.
Tað einasta ið var at gera, var at fara á youtube at leita. Tíbetur fekk eg nógvan íblástur har og eg kendi meg so nógv lættara av tí sama.

Eftir eina stutta tíð, legði eg merki til, hvussu nógv betur húðin hjá mær hevði tað. Ikki bara tað! Øll míni barnaár havi eg havt ilt í búkinum hvønn tann einasta dag! Eg veit nú, at grundin var, at eg át fransbreyð við putursukur á. Ikki fyrr enn eg bleiv umleið 15 ár, byrjaði eg at eta ost uppá breyð hvønn morgun og tá hevði eg tað eit sindur betur, men hugsaði ikki um, at tað var maturin, sum gjørt hetta.

Sum eitt eyka bonus, havi eg tapt meg 16,6 kg!

Tað er nú 51 vikur farnar og eg eti enn ikki gluten, laktosu og sukur.

Seinni hevi eg so funnið útav, at eg ikki toli friturustoktan mat.

Olga Hentze er ein holistik terapeutur og eg eri sera takknemmilig yvirfyri teimum, sum nevndi hana við navn og fyri Olgu sjálva. 

Eg havi lært ótrúliga nógv hetta ári og hetta fer alllarhelst at fylga mær restina av lívinum. Eitt sum eg havi lært, er at ikki fylgja streyminum, tí at tað gagnast kanska ikki tær. Tað gagnaðist ikki mær!

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)


@solmunde