30 april 2012

Gold/bronze eyeshadows

Eg havi sminkað E-borg :)







Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

26 april 2012

Dk mars 2012

í seinast mánaða vóru systur mín og eg í Dk. Tað kom av tí at Mamma og eg brúktu so mikið av pengum í Tax-free handlinum umborð á Norrønu til Newcastle-túrin, at vit fingu hvør sín ferðaseðil (sum skuldi brúkast áðrenn 15 mars 2012). Av tí at Mamma ikki er her longur, fyrislóð eg fyri Babba, at systi kundi fáa ferðaseðilin hjá Mammu og tað gekk hann við til.
Vit tímdu ikki bara ein siglitúr, so tað bleiv til eina viku í Dk. 




Veðrið var gott og fantastiska vakurt :)


Meðan vit koyrdu við bussinum, fór hol á jogurti, sum lá í handtaskuni hjá E-borg! Hon mátti tømað taskuna og leita í sínum kuffert eftir vátserviettunum... Tað vóru stór eygu á fólkum, sum gingu og koyrdu framvið :p "Mítt" kuffert vildi ikki standa, tí at annar fóturin var brotin! Sum tað gekk væl lol :D



Hirsthals Tokstation


Handilin Hallgerð í Hirtshals


Glað, tá ið eg sá hesa telefonboksina :)



Hesin vábbingurin var so fittur at hjálpa okkum við at finna toki, at hjálpa við kuffertunum og at fylgja okkum til bussin :) Havi fingið at vita at hann eitur Dan... Takk fyri Dan :)


Hepnar eru vit, at eiga eitt sysknabarn v/sjeiki í Herning :) Har vóru vit í 7 dagar. Vit hugnaðu okkum orduliga :D

Hugni :D Føstulávinsbolli og vín afturvið X-factor. OMG føstalávintbollin hjá Berit smakkaði væl! :) Eg vil hava uppskriftina BERIT :)


1  sindur av Wordfeud :p


og Angry Birds :p

Vit vóru á café í býnum og ótu. Yummy salatin hjá mær smakkaði væl! :) Gloymdi at takað mynd av henni :(


Vit 3ggjar vóru eisini í DGI-huset og svumu :)



Hehe... Maska frá H&M (19,95 kr)


Golf fyri fyrstu fer :)


Michael golfkøller...



Huff, tað var kalt! Golfarin mikli! :p




Hvar fór nú hasin bólturin? :p




Aftaná fóru vit út at eta á Studio(?) Tað var ein litrík matstova :) Hetta heimagjørda djúsi keypti eg og tað smakkaði soooo væl :D 

Sum ikki eina fer, fer ein at brúka nakrar krónur, tá ein er uttanlanda :p 




Herningcentri

Meðan vit vóru í Herningcentrinum, gingu vit framvið hesar báðar standmyndinar :p Eg mátti takað myndir av teimum, tí at eg haldi tað vera eitt sindur løgi...




Hetta er nakað av tí, ið eg keypti.


H&M 79,95 (ikki góðir at ganga í)


Pieces


Pieces



Pieces


Pieces



Glitter uml. 69,95 kr


Pieces



Glitter 129 kr




H&M 19,95 kr


Kvickly 69,95 kr



Kvickly uml. 39,95 kr



19,95 kr


19,95 kr



99,95 kr


Matas uml. 69,95 kr


29,95 kr


Hesar keypti eg í Bilka, 11,95 kr stk. Annars keypti eg 5 aðrar í H&M fyri 19,95 kr stk. 


Tax-free handilinum umborð 199 kr


Eisini keypti eg 2 pør av buksum í Pieces fyri 289,95 kr stk og undirklæðir...






1000 takk fyri okkum báðar tit bæði :* Hopi, at vit síggjast skjótt aftur :)
Tíverri lá tað ikki fyri hjá Dianu at koma yvir :(

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde



20 april 2012

Mínar Pelagoniur

Í novembur í fyrra ári gav Boyggi mær 2 avleggara av 2 Pelagonium frá svigarinduni hjá mær. Onnur Pelagonian er ljóst ljósareyð og hin er knalla reyð. Enn blómar bert tann ljóst ljósareyða...
Eg havi verið og er sooo glað fyri tær og havi passað tær so væl :) Men nú høvdu mínar stakkals plantir tað ikki so gott :( Tað er nokk tíðin av árinum, har ein skal skifta moldina.


Í gjár fóru vit at keypa pottar og mold, og vit plantaðu um í gjárkvøldi :) Vit vita øll væl, at tað ikki er nógv úrvæl í Føroyum, men eg dámi hesar pottar og haldi, at Pelagoniurnar passa væl til teir :)



And I am happy again :)


Eg kann viðmerkja, at vit hava 20 plantir tilsamans :p Ikki so nógv, tá eg hugsi um, at Mamma sum ung hevði 48 plantir! Ein kann siga, at hon dámdi væl sínar plantir hehe...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

19 april 2012

Endurnýtsla og umvæling av hyll

Fyri nøkrum árum síðan høvdu nakrir grannar hjá Mammu og Babba loppumarknaður. Tey bygdu nýtt hús, so tey seldu næstan alt í tí gamla húsinum, um eg minnist rætt...
Mamma og eg fóru at hyggja. Mamma keypti ikki nakað, men eg keypti nøkur ting. Millum annað keypt eg 2 hyllar fyri 50 kr stk. Báðar vóru myrka brúnar.





Onnur hyllin hevur hingið uppi í køkinum, síðan vit flutt inn hjá okkum, tí at hon passar væl inn har, men hina hevði einki pláss í nøkur ár. Ikki fyrr enn eg hevði pussað, málað og hevði hongt krókar á hana. Tá fekk hon pláss í stovuni :) 





Eg eri glað fyri báðar hyllarnir :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

13 april 2012

Maybelline mousse foundation (updated)

Makeup is every girls best friend! Well almost ;)

Eg havi leingi leita eftir einum góðum bíligum foundation, men av tí at mín húð er so følsom og turr, kann eg ikki brúka eitt hvørt :( Eg tími heilt erligt ikki at brúka pengar uppá ting, sum eg ikki kann brúka...

Leingi havi eg hugt at Maybelline Dream Matte Mousse uttan at hava keypt tað. Av tí at Elizabeth Arden Mousse foundation er soooo gott, hugsaði eg, at kanska Maybelline Dream Matte Mousse fór at vera gott.

Herfyri vóru systur mín og eg í Dk og sum vanligt tá ein er uttanlanda, fer ein at shoppa eitt sindur. Vit fóru í Bilka tann sunnudagin og har fann eg Dream Matte Mousse. Eg royndi tað á baki á hondini og dámi tað sletti ikki! Ufff, sum eg bleiv skuffa :(
Eg leitaði víðari og kom fram á Maybelline Dream Nude Airfoam, sum eg hevði sað í sjónvarpinum og hugsaði, at kanska tað fór at vera gott. Eg royndi tað á baki á hondini, meðan eg var í handlinum, tað blenaði væl og litur passaði útmerka væl :) So eg keypti tað (109.95 kr).




Sum eg segði, passaði liturin orduliga væl til mín og eg sá beinan vegin, at tað lá slett ikki væl á húðini :( Eisini hetta foundation gjørdi mína húð turra. So yet again var eg skuffa :(

-------

Nú er ein tíð farin og eg havi aftur roynt tað. 

Hesu fer tók eg myndir av tí, so tú kundi síggja, hvussu tað sær út. Tað er ikki so nemt at síggja tað á myndinum, sum eg síggi í speglinum, tíverri.

Á hesu myndini hevði eg einki makeup á. Andliti er drukna í olju og kremi.


Á hesi myndini hevði eg smurt Maybelline Mousse Foundation á. Um tú hyggur væl, sært tú, hvussu turr húðin er. 


Ovast til høgru og á nøsini sært tú, hvussu turr húðin er... :(


Eg má siga, at úrslitið er tað sama og sjálv sagt, dámar mær tað ikki...

Kennur tú eitt gott foundation, sum passar til mína húð, vinarliga sig mær frá :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde