05 april 2012

Eg havi Páskafríð

Enduliga havi eg fingið Páskafríð! :D
Og eftir at hava havt bruna í eyganum, havi eg gingið uttan makeup í 1 viku! Nú eri eg glað fyri at sleppa at klaggja okkurt á eyguni aftur :p Sooo eftirsum at eg hevði fríð og góða tíð, havi eg hugt at leggja nógv makeup á me :)


Eg helt meg ikki vera so hvíta inntil eg legði foundation á (mítt yndis, Elizabeth Arden Mousse Nr. 2 Natural). Oh well, eg legði ikki pettið í, tí at eg elski tað foundation :)
Síðani helt eg, at eg ikki skuldi leggja teir vanligu liturnir á, men onkran várlit. Ikki hevði eg nógv at velja ímillum, tí at eg hevði lagt mítt litríka palette eftir hjá systur míni, so hon kundi royna seg, so eg valdi tann einasta várlitin sum var, lilla.


Hetta er so úrsliti





Tíverri sært tú ikki á myndini, hvussu pent húðin skein :( 


Yvirlit yvir makeup:

  • Elizabeth Arden Mousse foundation
  • Translucent Powder frá Rimmel
  • Bronzer frá Nilens Jord
  • Blush frá MAC
  • Kohl frá The Bodyshop
  • Maskara frá Nilens Jord
  • Shine powder frá Makeup Store

Við hesum havi eg ikki nógv annað at siga enn : komið og verið litrík við okkara makeupi og Góð Páskir!! :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar