Eg havi leingi leita eftir einum góðum bíligum foundation, men av tí at mín húð er so følsom og turr, kann eg ikki brúka eitt hvørt :( Eg tími heilt erligt ikki at brúka pengar uppá ting, sum eg ikki kann brúka...
Leingi havi eg hugt at Maybelline Dream Matte Mousse uttan at hava keypt tað. Av tí at Elizabeth Arden Mousse foundation er soooo gott, hugsaði eg, at kanska Maybelline Dream Matte Mousse fór at vera gott.
Herfyri vóru systur mín og eg í Dk og sum vanligt tá ein er uttanlanda, fer ein at shoppa eitt sindur. Vit fóru í Bilka tann sunnudagin og har fann eg Dream Matte Mousse. Eg royndi tað á baki á hondini og dámi tað sletti ikki! Ufff, sum eg bleiv skuffa :(
Eg leitaði víðari og kom fram á Maybelline Dream Nude Airfoam, sum eg hevði sað í sjónvarpinum og hugsaði, at kanska tað fór at vera gott. Eg royndi tað á baki á hondini, meðan eg var í handlinum, tað blenaði væl og litur passaði útmerka væl :) So eg keypti tað (109.95 kr).
-------
Nú er ein tíð farin og eg havi aftur roynt tað.
Hesu fer tók eg myndir av tí, so tú kundi síggja, hvussu tað sær út. Tað er ikki so nemt at síggja tað á myndinum, sum eg síggi í speglinum, tíverri.
Á hesu myndini hevði eg einki makeup á. Andliti er drukna í olju og kremi.
Á hesi myndini hevði eg smurt Maybelline Mousse Foundation á. Um tú hyggur væl, sært tú, hvussu turr húðin er.
Ovast til høgru og á nøsini sært tú, hvussu turr húðin er... :(
Eg má siga, at úrslitið er tað sama og sjálv sagt, dámar mær tað ikki...
Kennur tú eitt gott foundation, sum passar til mína húð, vinarliga sig mær frá :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Hey Ann.
SvarSletEg havi nøkurlunda somu trupulleikar sum tú, við húðini. Eg brúki bara leyst pudur frá youngblood. Tað er ikki bíligt, men sera drútt, so kanska tað loysir seg í síðsta enda allíkavæl.
Sólfríð