20 april 2012

Mínar Pelagoniur

Í novembur í fyrra ári gav Boyggi mær 2 avleggara av 2 Pelagonium frá svigarinduni hjá mær. Onnur Pelagonian er ljóst ljósareyð og hin er knalla reyð. Enn blómar bert tann ljóst ljósareyða...
Eg havi verið og er sooo glað fyri tær og havi passað tær so væl :) Men nú høvdu mínar stakkals plantir tað ikki so gott :( Tað er nokk tíðin av árinum, har ein skal skifta moldina.


Í gjár fóru vit at keypa pottar og mold, og vit plantaðu um í gjárkvøldi :) Vit vita øll væl, at tað ikki er nógv úrvæl í Føroyum, men eg dámi hesar pottar og haldi, at Pelagoniurnar passa væl til teir :)



And I am happy again :)


Eg kann viðmerkja, at vit hava 20 plantir tilsamans :p Ikki so nógv, tá eg hugsi um, at Mamma sum ung hevði 48 plantir! Ein kann siga, at hon dámdi væl sínar plantir hehe...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

2 kommentarer:

  1. Hesar eru vakrar, ordiliga ommuplantur, minnist at langomma hevði altíð sobornar plantur og at tær lugtaðu uppá ein serligan hátt.....
    Eigur tú Bajonetplantuna/svigermors skarpe tunge? mamma tín hevði eina ella fleiri har suðuri, eg fekk eina frá henni :) Moss

    SvarSlet
  2. Tær lukta væl :)
    Ja, eg havi eina, sum eg fekk frá Mammu :)

    SvarSlet