29 februar 2012

Ljósari hár uppá ein nemman og bíligan máta!

Tað er blivi 1 sindur ljósari í veðrinum, tíbetur! Mína vegna kann várið ikki koma ov tíðliga. Við hesum broytist mótin og vit fara at brúka ljósari klæðir og hárið verður sum oftast ljósari...

Ert tú sum eg og ikki hevur ráð at lita hár so oftan, sum tú kundi hugsa tær? 
Her er ein máti at gera tað uppá uttan at brúka pengar, tí at tú eigur tað heima :D

Tað einasta tú hevur brúk fyri, er:
Conditioner
Honning
1 krukku
1 posa 
1 handklæð

Koyr conditioner´in í krukkuna (ikki meir enn tú vanligvís brúkar) og 1 sindur av honning og rør. Lat tað standi í krukkuni í umleið 10 min við loki á. Smýr tað síðani javn í hárið, klipp einu síðuna upp á posanum og pakka hári inn. Balla hári við einum handklæði, so tað fær hita, lat sita í umleið 40 min og vaska síðani :D
Hetta er gevur 1 summarlook :D

Áðrenn eg byrjaði
Eftir 1 roynd

Hædd skal takast fyri, at ljósi ikki tað sama, tó er myndirnr tiknar í dagsljósi í báðum førum. Tú kanst síggja mun hóast tað...

Seinnu fer royndi eg eina aðra uppskrift, sum ljóðar soleiðis:

2 spsk sitrónsaft
nakrir dropar av oliven olju

Ger hetta ein dag, har tú hevur planir, um at vaska hári. Tú smyr tað á hári og letur tað vera í til tú vaskar tað. Tað kann vera í allan dagin. Ert tú úti í sólini, hevur tað eyka virkning. Tað følist ikki so lekkurt á hárinum, so er 1 gott hugskot at gera tað, tá tú hevur fríð ella í vikuskiftinum.

Sum tú sært á myndinum, havi eg roynt hetta sjálv og fari at gera tað aftur :)
Hopi, at tú roynur hetta :) 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag
@solmunde

Kelda:youtube

22 februar 2012

Ja, eg havi aftur brúkt pengar...

Summi brúka pengar uppá seg sjálvan. Eg brúki mest pengar uppá heimið hjá okkum :)


Í januar var eg fleiri ferir í Blómuhandilinum hjá Karl Øster og har er nógv pent at fáa. Ein av døginum fann eg hesar fittu romantisku pottar :) 
Teir kostaði 29 kr. stk.


Ein fríggjadag í februar fór eg í handlar við beiggja mín og børninum. Millum aðar var tað Idé Møblar. Har var útsøla og eg fekk keypt okkurt til heim okkum :p
Hesu 5 ting kostaðu mær 74 kr :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Partur 4

So er hann aftur :) Fitta petti hjá okkum :)
Ja, tú hugsa nokk: "hvat er so fitt við einum fugli?" Tað eru fleiri ting! :) Tit sum kenna hann vita hvat eg tosað um :)






Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

20 februar 2012

Á einum myrkum degi...


Hendan myndin sigur tær kanska ikki nakað, men fyri meg...


Hóast 2012 byrjaði illa, royni eg at vera positiv og síggja tað góða.
Slíkar løtur við sólstrálum á einum myrkun degi, gevur mær vón fyri framman :)



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

18 februar 2012

Nilens Jord Black Diamond bust

Eg brúki 1 sindur av tíð uppá at finna foundation, sum passar til mína húð, ið er ringt, tí at eg havi sera turr húð til tíðir :( 
So royni eg eisini at finna góðar mátar at leggja tað á við...


Í seinasta ár gjørdi eg ein blogg um bustir og hvørja bust eg dámdi best til at leggja foundation á við. Eg má siga, at eg havi funnið eina aðra bust, sum mær dámar betur.


Hon er frá Nilens Jord. Faktisk er hon ein puddurbust, men tað brúki eg hana ikki til.


Eg keypti hana á Apotekinum á Tvøroyri fyri 145 kr. Eg haldi, at hon kostar 199 kr í Matas...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

16 februar 2012

Føstalávintbollar mammustyle

Nú er tann tíðin aftur komin, tann stuttliga :) Tá ein kann fylla munnin við øllum góðum guffi! :p
Nemliga føstalávint! :D Tá er einki mark ;)
Tá hugsi eg altíð um føstalávintbollar :D jum jum, sigi eg bara... 
Mamma og Babba gjørdu hvørt føstalávint :) Eg elskaði teir, enntá nú sum vaksin ;)


Fyri fyrstu fer havi eg gjørt føstulávintbollar ala mammustyle :) Hennara fari eg at sakna :( Tíbetur er Babba líka grovur at gera teir sum hon var :) Vónandi smakkað mínir líka væl. 

Ímillum havi eg koyrt paf krem og hindberðsyltitoy. 


Tað blivu til 16 bollar, men eg havi valt bara at fylla 6 av teimum, tí at eg fari at takað við suður til Babba, E-borg og Rana, so tey eisini kunnu fáa burturav :) Annars høvdu vit nokk havt etið allar :p


Ein lítil søga: Tað leyp av av paf kreminum, so eg fekk sjeikens at halda ílatinum, ímeðan eg skavaði tað úr niður í ein liturposa. Eg segði so: "Eg taki tað suður við". Tú skuldi sæð andlitsúttrykki hjá honum! Eyguni hjá honum blivur soo stór og hann spurdi skuffandi: "Fái eg so ongar?". Eg mátti grína! :D Fittur er hann :*


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

15 februar 2012

14 februar 2012...

Hvat eg haldi um Valentins Day..? Reklamera tvætl! Gott fyri handlarnir og ringt fyri pengapungin...


Av tí at sjeikens og eg eru ikki til Valentines Day, høvdu vit ongar planir fyri dagin. Just a normal day... Men so blivu vit spurd av 1 vinarpari, um vit komu við á Toscana at eta. Vit elska matin á Toscana og dáma væl at vera saman við teimum :) Tí søgdu vit ja :)
Eisini fóru vit á Hvonn og í Havnar Bio. Har hugdu vit at Mission Impossible, sum ikki er akkurát mín koppur av te, men tað skuldi sjeikens eiga :)


Eg vil bara vísa tær mítt Non Valentines Day makeup :p hehe... Gloymdi at leggja lipglossi á til myndina :s
Eg kann ikki brúka nakað reyðlitt á mína húð og eg tímdi heldur ikki. Tí valdi eg gull og brúnt :)
Eg var ikki tí nøkrum reyðum ella ljósareyðum hehe...


Niðurstøðan er tann, at tað vóru + og - við kvøldinum.
- Tað positiva var, at vit ótu góðan mat og høvdu 1 deiliga hugnaligt kvøld saman við vinum :D
- Tað negativa var, at eg fekk so ilt í búkin á endanum av kvøldinum. Eg mátti leggja meg at sova við varmadunki. Havi enn ilt... :(


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

10 februar 2012

"Lost and found"

Nú tá heimið hjá Babba og E-borg er endavent og alt á ovastu má niðurundir, kemur ein framm á ting hjá sær, sum ein ikki hevur sæð ella lagt so nógv merki til í longri tíð.
Tá Babba og eg tømdu kamari hjá "mær", spurdi Babba meg, um eg ikki skuldi hava míni ting heim við. Eg hugdi at tí og hugsaði...


(Hesin stakin hevði myrkareytt grús og 1 fýrfatsljós í. Ikki havi eg lagt til merkis, hvussu pent tað var...)
(Hetta hevði gamla baðisápu í og hevði staði í einum króki. Tað er rættuliga pent eisini )

I like it...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

08 februar 2012

3 streykudagur...


Nú hugsar tú sikkurt: "Hon verður fátøk í hetta lag!" og eg hugsa: "ja, tað verði eg nokk :p". 
Eg skal siga tær, at at keypa ger meg glaða, sum eg havi brúk fyri nú á døgum... 

Ætlanin hjá mær, var at fara at keypa mær einar skógvar til gerandisdagin, sum eg hevði harðliga brúk fyri. Øll míni pør eru gomul og slitin!
Eg var á veg norðureftir, men beint áðrenn eg kom til Kaldbaksbotn, kom eg í tankar um, at eg hevði eina avtalu við Mostur! So vendi eg bilinum...
Eg fór við henni á The Pier á Hálsi. So freistandi handil, sum hann er, sjálvandi keypti eg okkurt! Sumt var tilboð :)

1 pen rammu, sum fer í kamari
1 fitt kannu, sum fer á wc
Stearinljós til stakarnir frá Dugna
Og gardinir til kamari, sum eg leingi havi hugsa um :) Enn mangli eg eina stong.

Bara hetta ikki verður til ein vana! 

Mostur keypti "bara" 1 sofu og 1 stól á tilboð :) Vakurt og deiligt at sita á :) Tað verður í einum øðrum bloggin, um tú vilt síggja tað?

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

06 februar 2012

Mánamorgun kl. 08.21

Ein fantastiska vakur morgun :) Lagið kundi ikki vera annað enn gott :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

04 februar 2012

Við Barbaru á Face It


Týsdagin (fyrstu streykudagur) var eg við Barbaru á Face It á Hálsi. Hon hevði villar planir hehe...

Har hevði hon tíð hjá Beintu at fáa nippa eygnabrýr og at fáa andlitsviðgerð 
Ready? What a bush? ;)
Beinta hard at work ;)
Eisini hevði hon tíð at fáa permanent makeup á eyguni av Mariu. 
Hon byrjaði við at fylla 1 spurnarblað út
Eftir tað fekk hon doyvin á eygnalokini og 1 stykki av plastikk bleiv lagt omaná fyri at halda eyganum aftur
 Eftir 15 min byrjaði Maria...
Annað eyga liðugt
Before
After.

Niðurstøðan er, at hon helt tað verða 1 sindur "óbehagelidt", men tað tað fór burtur beinan vegin., og at hon hevði gjørt tað aftur. Hon hevur longu bílagt tíð til at fylla í aftur.
Tað skal fyllast í aftur, 2 ferir innan 3 mánaðir (við í prísinum)

Eftirsum eg var har, so fekk eg lita eygnavippurnar :)

Meir info fært tú á: http://www.face-it.fo/

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

02 februar 2012

Second hand store (jan 2012)

Endurnýtsla kann vera cool :) Tað hevur fyrimun at vita hvønn dag ein skal fara á endurnýtsluhandlar. Eg dámi væl gamlan stíl, men tað er ikki nemt at fáa fatur á, tíverri :(

Ein av døgunum, ið tað var streyka (sigi ikki hvønn dag hehe) fór eg á Dugna ella Tinghúsið, sum summi kalla tað at hyggja. Tað er ikki ofta at eg finni nakað, men mær dámar væl at vita avlíkavæl.
Nú var 1 sindur síðan eg hevði verið har og eg royndi mína lukku. Til tíðir fari eg, men sum oftast liggur tað ikki fyri, tí eg eri til arbeiðis.

Hetta keypti eg tann dag:

Ætlanin við hesum, er at gera Creme Brulee. Ongnatíð gjørt tað fyrr, so eg eri spent uppá tað :)
Eg havi serligar ætlanir við hesum stakum, men tað fari eg ikki at fortelja um, men vísa tykkum, tá ið tað er liðugt :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

01 februar 2012

Annar streykudagur hjá mær...

Nú hugsar tú nokk. "Hey, hvar við fyrsta streykudagi?" hehe.. Tann dagurin kemur eisini í bloggin, men undir einum øðrum heiti, tí at tann dagin var eg við til nakað serligt :)


Eg vil siga, at tað nokk ikki er so gott við hesu streyku. Tá ið eg sigi so, meini eg við tíðina eg havi at dríva... Eingin hevur tíð til mín, so okkurt má eg finna uppá! Eg kundi sjálvandi gjørt okkurt heima, men eg tími ikki at vera inni.
Eg havi gingið í handlar! :s Eg, sum ikki eri shoppingtypan! Eg fór inni í Vøruhúsinum á Hjalla at hugdi (sum eg ikki skuldi havt gjørt). 
Í eina tíð havi eg havt eyga á eini lampu har, men havi ikki keypti hana, tí at eg havi ikki vilja gevið 399 kr fyri hana. Nú hugsaði eg: "Hatta er akkurát eg, so eg keypi hana!" 



Og so eg gjøri, eina svarta til kamarin :) (399 kr.)

Og eina hvíta til stovuna :p (399 kr.)

Og ein ljósketu við hjørtum á til spegli :) (99 kr.)

Og 1 spegl við ljósi :p (tilboð 74,95 kr.)
Og stearinljós til stakanir í kamarinum :) (49,95 kr. stk)

Niðurstøðan er tann, at eg eri glað fyri tað, sum eg havi keypt, men eg haldi mær nokk inni í morgin ;) Fari at mála okkurt :p

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde