08 februar 2012

3 streykudagur...


Nú hugsar tú sikkurt: "Hon verður fátøk í hetta lag!" og eg hugsa: "ja, tað verði eg nokk :p". 
Eg skal siga tær, at at keypa ger meg glaða, sum eg havi brúk fyri nú á døgum... 

Ætlanin hjá mær, var at fara at keypa mær einar skógvar til gerandisdagin, sum eg hevði harðliga brúk fyri. Øll míni pør eru gomul og slitin!
Eg var á veg norðureftir, men beint áðrenn eg kom til Kaldbaksbotn, kom eg í tankar um, at eg hevði eina avtalu við Mostur! So vendi eg bilinum...
Eg fór við henni á The Pier á Hálsi. So freistandi handil, sum hann er, sjálvandi keypti eg okkurt! Sumt var tilboð :)

1 pen rammu, sum fer í kamari
1 fitt kannu, sum fer á wc
Stearinljós til stakarnir frá Dugna
Og gardinir til kamari, sum eg leingi havi hugsa um :) Enn mangli eg eina stong.

Bara hetta ikki verður til ein vana! 

Mostur keypti "bara" 1 sofu og 1 stól á tilboð :) Vakurt og deiligt at sita á :) Tað verður í einum øðrum bloggin, um tú vilt síggja tað?

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar