Ein av døgunum, ið tað var streyka (sigi ikki hvønn dag hehe) fór eg á Dugna ella Tinghúsið, sum summi kalla tað at hyggja. Tað er ikki ofta at eg finni nakað, men mær dámar væl at vita avlíkavæl.
Nú var 1 sindur síðan eg hevði verið har og eg royndi mína lukku. Til tíðir fari eg, men sum oftast liggur tað ikki fyri, tí eg eri til arbeiðis.
Hetta keypti eg tann dag:
Ætlanin við hesum, er at gera Creme Brulee. Ongnatíð gjørt tað fyrr, so eg eri spent uppá tað :)
Eg havi serligar ætlanir við hesum stakum, men tað fari eg ikki at fortelja um, men vísa tykkum, tá ið tað er liðugt :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar