Ert tú sum eg og ikki hevur ráð at lita hár so oftan, sum tú kundi hugsa tær?
Her er ein máti at gera tað uppá uttan at brúka pengar, tí at tú eigur tað heima :D
Tað einasta tú hevur brúk fyri, er:
Conditioner
Honning
1 krukku
1 posa
1 handklæð
Koyr conditioner´in í krukkuna (ikki meir enn tú vanligvís brúkar) og 1 sindur av honning og rør. Lat tað standi í krukkuni í umleið 10 min við loki á. Smýr tað síðani javn í hárið, klipp einu síðuna upp á posanum og pakka hári inn. Balla hári við einum handklæði, so tað fær hita, lat sita í umleið 40 min og vaska síðani :D
Hetta er gevur 1 summarlook :D
Áðrenn eg byrjaði |
Eftir 1 roynd |
Hædd skal takast fyri, at ljósi ikki tað sama, tó er myndirnr tiknar í dagsljósi í báðum førum. Tú kanst síggja mun hóast tað...
Seinnu fer royndi eg eina aðra uppskrift, sum ljóðar soleiðis:
2 spsk sitrónsaft
nakrir dropar av oliven olju
Ger hetta ein dag, har tú hevur planir, um at vaska hári. Tú smyr tað á hári og letur tað vera í til tú vaskar tað. Tað kann vera í allan dagin. Ert tú úti í sólini, hevur tað eyka virkning. Tað følist ikki so lekkurt á hárinum, so er 1 gott hugskot at gera tað, tá tú hevur fríð ella í vikuskiftinum.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag
@solmunde
Sum tú sært á myndinum, havi eg roynt hetta sjálv og fari at gera tað aftur :)
Hopi, at tú roynur hetta :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag
@solmunde
Kelda:youtube
Ingen kommentarer:
Send en kommentar