28 september 2014

Mítt heyst makeup look nr.1 (2014)

Heystið er komið! Eftir nógvar góðar og vakrar summardagar og sera vøkur kvøld er heystið endiliga komið. Tað má sigast at hava verið eitt tað besta summari í longri tíð og tað vardi so leingi.

Tað er nógv, sum mær dámar við heystinum, t.d. mótan, litirnir og innidagarnar við onkrum góðum. Tó er eisini okkurt keðiligt við heystinum, men tað skal eg ikki koma inn á her. 

Ein litur, sum mær dámar sera væl eru berjalitirnir. Seinasta heyst hevði eg einar buksir frá Only (haldi eg), sum vóru berjalittar og eg var so glað fyri tær, at eg sleit hol á tær. Tað skal sigast, at tað ikki er torført hjá mær at slíta hol á buksir...

Í hesum blogginum er eitt heyst makeup look, sum eg gjørdi herfyri. Tað er eitt sindur ógvusligt, men eg haldi, at tað er skeg og pent. 



Tað hevði ikki verið skeg ella áhugavert, um øll vóru líka, ha? Minnist til at vera tú og at gera tað, sum ger teg glaðan. 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

20 september 2014

Søtt makeup

Tað er nokk at fara til um summari og tað er at gera mest burturúr! ;)

Fyrst í august mánaði skuldi eg í føðingardag/ball og tú veitst, hvat tað merkir. Enn eitt høgi at gera eitt sindur meir burtur úr sær sjálvum. 
Eftirsum tað var bygdaball, tímdi eg ikki at hava heilt dramatiskt makeup á. Eg valdi eitt søtt dempa look við ljósareyðum og brúnum. Ein kombination sum riggar sera væl, haldi eg. 

Eg hevði lánt ein myndatól frá eini vinkonu sama dagin og eg skundaði mær at taka tað fram fyri at filma mítt look. Sum sagt, lookið er dempa, so ikki vænta alla verðina ;) og av tí sama gloymdi eg at taka myndir av mínum makeup! Men eg tók mynd av mínum outfit.




Eg vildi ikki verða bara í svørtum, so eg valdi einar myrkabláar buksir, ein svartan topp og ein svartan blazer. Ein blazeri ger altíð lookið fínari og toppurin í sær sjálvum er øðiliga penur. So hevði eg ein silvur kross við einum turkis steini í mittuni um hálsin, mítt Asos ur, silvur armband við einum turkis steini í mittuni á hinum arminum og einar klassiskar rundar oyraringar.

Her sært tú, hvussu eg gjørdi mítt makeup. 


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde