18 december 2012

Longsti gongutúrur í ár

Fyri nøkrum vikum síðani fóru nøkur av okkum suður, og av tí at Babba skuldi koma heim vikuna eftir, avgjørdu systi og eg, at vit skuldu gera 1 sindur reint. Tað er altíð gott at koma heim til eitt reint og rudduligt heim :)
Tá ið ein tíð var farin og eg hevði gjørt alt, sum eg ætlaði mær, tímdi eg ikki at sita á reyvuni. So eg spurdi systi, um vit skuldu fara ein gongutúr til Hovs. Fyrst segði hon nei, men eg fekk yvirtala hana og tað skuldi faktist ikki nógv til :)

Túrurin byrjaði við Høllina í Trongisvági og veðrið var sera gott og vakurt. Klokkan var 15.47, tá ið vit fóru og eftir at  hava gingið eina løtu, kom eg í tankar um, at vit ikki høvdu endurskin á okkum :( Farturin var góður at byrja við, men so við og við dovnaði systi, tí at hon er tíverri ikki tann mest aktivasti persónurin ;) Tá ið myrkt bleiv, gingi vit uttanfyri linjurnar og ansaðu væl eftir. 

Komnar til gomlu støðina hjá Ketty, kom eg í tankar um at tað plagdu at vera gæs á Gálganum, og tað hopaðu vit also ikki, tí at vit ræðast gæs. Hepnar vóru vit :) Heldur ikki vóru neyt ;)
Tá ið vit nærkaðist tunnilinum, fór at kava og longur vit gingu, komu vit fram á ein knústan bil. Bilurinførarin hevði mist tamarhaldi á bilinum náttina fyri og bilurin lá enn í veitini. Mær vitandi vóru 4 mans í bilinum og tíbetur var lítið mansskaði. 
Eg merkti beinan vegin, at luftin inni í tunnilinum var tyngri og tað sigur seg sjálvt. Hvussu vistu vit, hvussu langt vit vóru komnar "hen ad vejen"? Jú, tað stóð á kassanum til eldsløkkjarinum, hvussu langt var hvønn veg :) Komnar hálvan veg í tunnilinum, hevði systi hug at gevast. Eg koyrdi í 5 gear, sum ein sigur og hevði hug at koyra á soleiðis, men eg vildi ikki fara undan henni. Eg segði við hana, at um hon klárði at ganga til Hovs, skuldi eg gjalda hennara pizza tað kvøldi, og tá fóru farturin frá 2 gear til 5 gear. Hon leggur so afturat, at vit burdu vita, um vit kláraði tað innan 2 tímar. 
Túrurin endaði við skilti við innkoyringina til Hov og hann tók akkurát 2 tímar. Leggjast afturat skal, at vit møttu Maluni inni í tunnilinum og har bleiv prát 1 sindur, og at vit runnu tað seinast stykki fyri at klára tað. 
Eg var væl nøgd og stolt av okkum :) Hesin túrur fær meg til at vilja fara fleiri langir túrar, men hetta er kanska ikki besta ársinstíð ;)





Tað var so ringt ljós, at tað var ógjørligt at fáa eina góða mynd.







Damsel in distress... 1 sindur av skemt á vegnum :)




Vit báðar :)




Her er farturin í topp :p




Endastatiónin! :)

Eg eri kedd av, at eg ikki tók fleiri myndir...


Eitt tollut filmklipp av okkum.





Takk fyri, at tú læs mín blogg :)

Hav ein góðan dag.
@solmunde

05 december 2012

Ymsar myndir

Eg vil gjarna deila hesu vækru myndir við tykkum.

Hesar báðar fyrstu myndir er frá tá eg var á veg til arbeiðis eitt vikuskifti í oktobur og veðrið var so ótrúliga vækurt :)





Hesa myndnar tók eg, meðan eg var til arbeiðis :) Tiknar í Havnadali. Fyrra myndin var tikin um 15.45 tíðina. Á seinnu myndini var vatni fryst og at kasta steinar á ísin, gav eitt serligt ljóð, tí at ísurin brotnaði ikki :) 




Bilurin hevði staðid í nakrir dagar, og tá ið vit komu aftur frá Newcastle hóskvøldi í seinasu viku, tók eg hesa vækru myndina :)




Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

04 december 2012

Okkara fyrsta traditiónin í jólamánaðinum

Endiliga kom jólamánaðin! :D Tá er hugni, ljósa, prýði og traditiónir á skránni. Ein av okkara traditiónum er at gera havragrýnskøkur. Sjálvt um sjeikens ikki dámar tær nakað serligt, elski eg tær :) 
Systi og sjeikurin hjá henni komu forbí, og so fóru vit báðar í gongd. Vit gjørdu uppskriftina hjá mammu, sum faktist ikki var hennara, men er út Mat og Matger.

Her eru myndir :)











Hevur tú hug at gera hesa deiligu havragrýnskøkur, skalt tú brúka:

200 g margarin
2 koppar av melis
2 egg
2 1/2 kopp av havragrýn
2 1/2 kopp av mjøli
6 spsk av kakao
2 tsk av bakipulvur
2 tsk av mandildropum

Eld alt væl saman, rulla til smáir bóltar og flata við einum gaffli. 200 gradir í 8 min. Vælgagnist :)

Her er 1 av mínum yndis jólaløgum :)





Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

31 oktober 2012

Fyrsta og einasta halloween look í ár (2012)

Ætlanin var at gera fleiri halloween look aftur í ár, men tað vóru onnur ting á skránni í ár...

Hetta look´ið gjørdi eg til dagin sjálvan og fór eisini til arbeiðis soleiðis :) Tað lá so væl fyri, tí at vit høvdu prýtt til dagin :) Eg hevði sagt við tey í 2 dagar, at um tað lá fyri, skuldi eg koma deyð til arbeiðis!

Her sært tú sumt av tí eg brúkti. Scary Face keypti eg í BR, haldi eg... Keypti tað í fjør og minnist ikki, hvat tað kostaði.



Her er so úrslitið :)


(Grundin til, at hendan myndin vendur skeivt, er tí at eg tók myndina inni á Viber)

Tað sá betur út í verðileikanum...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav eitt gott Halloween! :p 
@solmunde

Útskori græskar og græskarterta (2012)

Í dag er Halloween! :) Tað verður ikki gjørt nógv burturúr Halloween í Føroyum, men mær dámar væl dagin, tí at hann kann gerast óhugnaligur :p Tó er tað keðiligt, at dagurin liggur mitt í viku...

Eg gjørdi hetta græskari í gjárkvøldi, tí at eg vildi hava tað við til arbeiðis :) Tó hini næstan ikki løgdu merki til tað, gleðist eg av tí :p

Eg keypti græskari ein fer í septembur mánaði i FK í Hoyvík og tað kostaði 50 kr! 10 kr dírar enn í fjør! Seinni sá eg, at Inn á Sundsvegnum hevur græskar fyri 40 kr... Líka miki, eg brúki tað avlíkavæl :)

Her sært tú myndirnar.



Eg royndi at finna tað penasta, men so hugsaði eg, at tað bilaði ikki, um tað var eitt sindur illa fari :)



Pumpkin-brain ;)



Her skeri eg burtur úr fyri at hava innmat til græskartertu.
Bibbur bilson... Ha! :)



Eg fekk eisini eina hjálpandi hánd :)



Eg avgjørdi, at hetta skuldi vera eitt græskar, ið var bangi. Tekna og eri byrja at skori...  



Me at work ;)



 Úrslitið uttan ljósi :)



Úrslitið við ljósi :)

Eg kundi jú ikki koyra innmatin burtur! So eg gjørdi eina tertu :)
Eg var so ivri eftir at smakka hana, at eg gloymdi at taka mynd áðrenn... Eisini høvdu bjóða gestum at royna hana, so eg mátti drøna til handils at keypa vaniljukrem og vaniljuís.
Hon sær kanska ikki so lekkur út, men hendan er tað besta av teimum trimum, sum eg havi gjørt :) 


Hvat smakkað betur aftur við hesu tertu? Mær dámdi betur vaniljuísin :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav eitt gott Halloween :p 
@solmunde

18 oktober 2012

Eg var á sjósavninum ein dagin...

Eg var á Sjósavninum ein dagin og har tók eg nakrar fáar myndir. Eg hugsaði, at eg skuldi deila tær við tær :) 







Myndirnar eru tiknar við iPhone.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

11 oktober 2012

Heystkeyp

Hósdagin í seinastu viku fóru elsta sysknabarni og eg á Baresso at drekka kaffi og práta. Eg kalli tað Baresso-date ;) Hetta gera vit tíverri ikki ofta, men tá ið hon kemur til Havnar og hevur tíð, so fara vit :) 

Annars tveitti eg 8 pør av skóm burtur herfyri. Tað vóru pør, sum vóru illa farin og summir var komi hol á. Um ikki, hevði eg givið til Reyða Kross ella okkurt líknandi :)

Vit gingu ein túr í SMS aftaná vit høvdu verið í Baresso, og eg keypti mær hetta parið av stúlvum. Ikki akkurát tað besta til vetur, men enn havi vit heyst ;)

Duffy stúvlar frá Demmus fyri 499 kr.



Eg vildi ikki hava einar svartar, tí at eg eigi bara svartar skógvar! 
Mær dámar væl hesar og detaljunar á spenninum :)

Dagin eftir fór eg aftur í SMS, og har keypti eg aftur okkurt. Sumt burdi eg nokk ikki havt keypt, men eg keypi ikki ofta... Ok, kanska í seinastuni! Eg haldi, at síðan Mamma fór, er tað nakað, sum eg fái gleði av...

Rimmel varrastift frá Heilsu fyri 69 kr (?)


Liturin var ikki tann eg væntaði, sjálvt um eg royndi á hondina .Eg bleiv eitt sindur skuffa :( Eg vildi hava ein mattan berjalit.

Rimmel Stay Matte Powder frá Heilsu fyri 60 kr.



Hetta eri eg ikki glað fyri, tí at húðin hjá mær turkast av tí. Brúkt 2 ferir. Um nakar vil keypa tað frá mær fyri 40 kr, sig mær frá. Liturin eitur transparant.


Christian Dior Hydra Life Maska frá Heilsu. 


Hetta er ein fuktmaska og eg eri sera glað fyri hana! :) Eg brúki hana um morgunin og kvøld.

Eisini keypti eg eina myrkablá blusa við langum ermum frá Vero Moda fyri 119 kr

Fyri tíðina eri eg sera glað fyri litin myrkablátt. Tað havi eg ongantíð verið fyrr... = glað fyri hana :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

08 oktober 2012

Semi drag look?

Sum tú sært á yvirskriftini, keddi eg meg. Klokkan var lítið og eg hevði ikki hug at hyggja at sjónvarp.

Eftir sum Halloween er um hjørni, valdi eg at brúka litir og best máti at brúka litir uppi á, er tað leggja myrkt undir. Eg legði so fyrst NYX Jumbo Eye Pencil liturin Slate á og smurdi tað út.


Síðani legði eg ein ljósareyðan lit (frá Nee) mitt á eygnalokini, ein bláan lit (frá Gosh) uttast og Moondust (frá Makeup Store) innast.



Undir eyguni legði eg ein vátan bláan glimmurlinara. 



Eftir vippunum og í eyganum legði eg svarta kohl og at enda maskara og falskar vippur. Vippurnar eru keyptar í H&M fyri 39,95 kr og Duo Lash Adhesive frá ebay (minnist ikki kostnaðin, men tað var undir 100 kr).


Eftirsum eyguni eru so dramatisk og myrk, eru varranir bart húðlit.

Her er úrslitið...

Tað var myrkt út og ljósi frá eini peru, ger myndina heldur gula enn nakað annað.  So eg var noydd til at brúka blitsi. Sum tú sært, blendar blitsi! Uttan blits var hetta "look´ið" nokk so myrkt. Sjeiken segði, tað var dramatiskt hehe... 





Her sært tú, hvat eg meini við við ljósinum frá eini peru.



Jumbo Eye Pencils frá NYX keypti eg í fjør frá ebay fyri ein lítlan penga. Tað vóru 6 í pakkanum og allir hvør sín lit. Eg havi næstan einki brúkt teir, tí valdi eg ein av teimum í kvøld.


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

06 oktober 2012

Romantiska Barbara

Tá ið børnini eru flogin, er góður møguleiki fyri at vera saman, gera ymiskt saman og at "pifta ting upp", sum ein sigur :) Hetta er umráðandi í lívinum :) 

Barbara spurdi meg fyrr í vikuni, um eg kundi slætta hennara hár og leggja makeup á hana, tí at hon og maður skuldu hava ein romantiskt vikuskifti saman. Sjálvandi segði eg ja... :)

Eg gjørdi fyrst hennara hár. Av tí at romantikkur var á skánni, vóru vit samdar um, at endarnir skuldu krúllast :) Annars hevur Barbara natúrliga krúllur sum mínar :)



Eg spurdi hana, hvønn lit klæðini vóru, sum hon skuldi í og hon hevði valt myrk klæðir. Útfrá tí valdi eg at leggja ljóst á eyguni.

Hon var so fitt at loyva mær at taka myndir av henni og leggja tær á her :)

Hendan myndir er av henni við foundation og powder á.



Her er endaliga úrsliti :) Eg eri kedd av, at myndirnar ikki vísa meir. Tú sært ikki nógv :( Tað var so pent og Barbara dámdi tað sera væl, tíbetur :)



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav eitt gott vikuskifti. 
@solmunde