Eg gjørdi hetta græskari í gjárkvøldi, tí at eg vildi hava tað við til arbeiðis :) Tó hini næstan ikki løgdu merki til tað, gleðist eg av tí :p
Eg keypti græskari ein fer í septembur mánaði i FK í Hoyvík og tað kostaði 50 kr! 10 kr dírar enn í fjør! Seinni sá eg, at Inn á Sundsvegnum hevur græskar fyri 40 kr... Líka miki, eg brúki tað avlíkavæl :)
Her sært tú myndirnar.
Bibbur bilson... Ha! :)
Eg kundi jú ikki koyra innmatin burtur! So eg gjørdi eina tertu :)
Eg var so ivri eftir at smakka hana, at eg gloymdi at taka mynd áðrenn... Eisini høvdu bjóða gestum at royna hana, so eg mátti drøna til handils at keypa vaniljukrem og vaniljuís.
Hon sær kanska ikki so lekkur út, men hendan er tað besta av teimum trimum, sum eg havi gjørt :)
Hvat smakkað betur aftur við hesu tertu? Mær dámdi betur vaniljuísin :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav eitt gott Halloween :p
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar