Sum barn og tannáringur dámdi mær væl at tekna. Eg teknaði hvønn dag og fleiri ferir um dag, men sum ein blívur eldri, fær ein áhuga fyri øðrum og summi ting detta burtur...
Í seinasta ár avgjørdu Eybs og eg at koma saman fyri at mála og faktist eisini fyri at gera okkurt saman. Eg hevði ikki roynt tað fyrr, men var fresh ;)
Eg hevði eina mynd í mínum høvði og hana skuldi eg so mála. Tað var ikki so nemt at fáa djúpt í málningin, men eg haldi, at hann bleiv fínur :)
Hetta er so mín fyrsti (akryl) málningur. Hann er ikki eitt meistarverk, men mær dámar hann væl :)
Eg havi gjørt aðra, men teir koma í øðrum bloggum..
Nú bíð eg bara eftir, at hon skal blíva inspirera aftur ;) Sig mær frá Eybs! :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar