04 oktober 2014

Damusnapsur v/tranuberjum

Er tú ikki til teir reinu beisku snapsarnir, so er hetta nokk ein snapsur fyri teg. 
Endiliga ein snapsur, sum smakkar. Ger hann í góðari tíð fyri, at hann skal blíva søtur og liðugur til tíðina :)

Grundin til at eg kalla hendan snapsin fyri ein damusnaps, er tí at hann er søtur. Mannfólk kunnu sjálvandi eisini drekka hann. 



Hetta er uppskriftin, sum eg kom fram á í blaðinum Isabella:

1 kg tranuberjum
saft og skal av 1 øko appelsin
4 dl vodka
4 dl sukur
1 stong kanel

Sker berðini og appelsinina, við skalinum á, í smærri stykkir. Koyr tað í eina stóra krukku saman við øllum hinum. Ryst javnliga og lat tað trekkja í umleið 1 mánaða. Skal standa kalt og myrkt. Sýla áðrenn tað verður stoytt í ein fløsku og borðreið síðani.



Eg broytt eitt sindur upp á uppskriftina. Eg koyrdi bara 200 gr av turkaðum tranuberjum í og eina stóra kanelstong. Vodka er ikki bíligt, tí brúkti eg Drakkar.

Hesin snapsur er góður til øll jólaborðhaldini, sum eru á veg. Av tí at snapsurin skal standa so leingi, er tað gott at byrja nú.

Um tú ikki ynskur, at hann at vera jólaligan ella hevur hug at gera hann aðra tíð av árinum, droppa so appelsin og kanel.

Vit á (táverandi) arbeiðsplássinum fingu gleði av honum til seinasta jólaborðhaldinum :)


Tranuberju fáast til keyps í FK og Bónus (Earth Control, 2 pk upp á tilboð). Drakkar kostar 199 kr í Rúsuni. 


Eg havi sett snapsin inn í køliskápi, har tað er kalt og myrkt. So nú er einki annað hjá mær at gera enn at verða tolin og at rysta tað dagliga.


Tað er skjótt og nemt. Skál og væl gagnist :D 

Takk fyri, at tú læs mín blogg.

Hav ein góðan dag :)

@solmunde

02 oktober 2014

Heimgjørt mintte

Tað, sum einki hevur at týða fyri ein, kann hava nógv at týða fyri ein annan...

Ein dagin fór eg til svágin og tey at lána okkurt og kom út aftur við eini gávu frá dóttur teirra. Hon hevði verið ein túr við flokkinum og tey vóru komin fram á eina mintplantu. Hon hevði tikið eitt sindur við heim, men tey høvdu ikki brúk fyri tí, so eg fekk eitt tyssi av mint.


Eg tók tað við gleði heim við tí eg drekki mint í mínum te næstan hvønn dag. 


Tankin um at planta mint og at hava mína egnu mintplantu gjørdi meg so spenta og glaða. Tíverri var tað ov langt síðan, at tað var tikið upp. Bløðini følnaðu heilt skjótt og tyssið endaði við at liggja á einum borði.


Ein dag í summar var eg hjá beiggja mínum og damuni. Tá eg kom inn, gjørdi hon klárt til at turka mintbløðini, sum hon var komin fram á í tí bygdini, har tey búgva. 




Seint í gjárkvøldi tímdi eg ikki at síggja uppá hesi følnaðu bløðini longur, so eg ringdi til svigerinduna og spurdi um ráð. 



Eftir at hava tosað við hana, fór eg í gongd við at petta bløðini sundur. Rúmið fyltist við sterkum mintlukti og eg gjørdist glað, tí at tann luktin dámar mær væl.







Tað var sera nemt, tí at bløðini vóru hørð og tað var bert neyðugt við einum klemmi.




Eg fann eina lítla Beauvais leverpostei krukku og koyrdi mintteið í hana.  




Eg var "noydd" at royna teið, eftirsum eg sjálv hevði gjørt tað. Eg væntaði at var sterkt, so eg koyrdi ikki nógv í. Eg má siga, at eg skuldi havt koyrt meira í, men tað smakkaði væl.
Í seinastuni havi eg gjørt tað til ein vana at fáa mær te, áðrenn eg fari í song. Eg havi lisið, at mint ger ein róligan og tað er gott fyri sodningina.


Vanliga drekki eg eina blanding av minti og lakresrøtum. Tað er tað besta teið eg nakrantíð havi roynt. Vanligt ella annað te koma ikki upp um knøini á hesum. Hetta er bara mín meining :) 




The Pier á Hálsi selur mint og lakresrøtur (helar og í stykkum) (14,95 kr stk). Tú fært tað eisini í Matas fyri 30 kr stk.  




Í morgun sat eg her við tenum og skrivaði hendan bloggin, meðan stormurin brast á uttanfyri. Góðan Morgun Føroyar var frá í bakgrundini og eg hoyrdi, at tey tosaðu um Gekkin, sum verður í annaðkvøld. Eg kundi ikki lata vera við at lurta. Allir spurningarnir, sum vóru settir, sum t.d. um børn hava loyvi at spæla og um tey vinna, hvør fær vinningin, og um tað kundi vera longur ímillum tølini, tí at fólk hava nógvar Gekkar, vegna tað stóru upphæddina (1.2 mill). Tann spurningurin, sum fangaði mín áhuga, var, kann tann, sum hevur fulla plátu vera dulnevndur. Svarið var nei, tí tey máttu vita, hvør vinnarin var. Eg hugsaði bara: "Døøøh!! Sjálvandi skullu tey vita, hvør vinnarin er, men kundi persónurin ikki verið duldur á skíggjanum?!" Tí sendi eg ein spurning inn. Tað bleiv tann seinasti spurningurin um Gekkin og eg helt tað verða skeg at hoyra hann, sjálvt um hann var settur øðvísi enn hann var spurdur :) Eg spurdi: "Kann ein ikki siga navnið fyri teknikkarinum ella tí, ið svarar, og ikki fyri opnum skermi?" Eg var so ovfarin av, at spurningurin var komin við, at eg gloymdi at lurta eftir svarinum! 

Hetta hevði einki við mintte at gera, men bert eitt innskot um, hvat fer fram um ta tíðina hesin bloggurin bleiv skrivaður ;)
Annars mátti eg út í oysandi regni fyri at taka bonkin inn í bilhúsið, so hann ikki fór á flog og tá eg kom inn aftur, hevði Bibbur skitið á telduskermin! 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Hav ein góðan 1 oktobur. 

@solmunde