07 januar 2013

fríggjakvøld (nr.1)

Um tú ikki hevur fingið tað við ella um tú yvast, so skal eg fortelja tær tað. Eg ELSKI mat! :) Tað sæst eisini á mær, men vekt er ikki evnið í dag. Hvat so? Gita! Ja, tú hevði rætt. Aftur matur ;)

Fríggjadagin vóru vit aftur í Miklagarði (sum vit ofta eru, tá ið vit ætla at gera onkran lekran mat). Hesu fer skuldi tað vera okkurt ordiliga lekkurt, so vit valdu tournedos (ella var tað medalion, eg minnist ikki og faktist kenni eg ikki mun) og rómabakaði eplir. Salat vildi eg hava, sjálvt um sjeikens ikki leggur nakað í salat. Viðmerkjanst skal, at hann faktist fekk sær eitt sindur!! :p 

Ætlanin var ikki at eta forrætt, men sjeikens fór ein túr "í frystiboksina" og har fann hann mini hummarir (sum vit fyrr høvdu keypt. Frá? Gita! Jep, Milkagarði) :p So tað máttu vit also eta tað kvøldi ;) Flytes og heimagjørt hvítleykssmør afturvið sjálvandi ;)   
Meðan sjeikens gjørdi forrættin, stóð internetradio frá og støvsugaði eg húsið. Góð oðrning, ha? ;) Tað var hvíttvín afturvið førrættinum, eftirsum at tað var vikuskifti :) Vouvray eitur tað, milt og søtt. The way I like it...




Eg loyvi mær at siga: "OMG!!!" Tað smakkaði sooo væl og tað smakkaði av meir, (sum mamma plagdi at siga).

Aftaná høvdu vit eina pausu og hugdu á endanum av X-factor. Eg má siga, at eg eri eitt sindur kedd av, at ein ikki sær tey kiksaðu og tey, sum ikki duga at synga longur! Eg vænti ikki, at eg eri tað einasta, sum heldur tað, ha?

Anyway, meðan sjeikens so gjørdi høvðusrættin, sæt eg við míni iPhone og Draw Something :) Hevur tú eina smartphone ella iPhone, FÁR TÆR Draw Something! Tað er skeg :) 
Salatin (rucola, feta, piparfrukt, reyðleyk of sweet chilli sout omaná) og rómasósin vóru afturvið, heimagjørt sjálvandi, øðrvísi kann ein ikki gera tað!







Reyðvín mátti sjálvandi eisini drekkast afturvið høvðusrættinum ;) Tað var ein gomul yndis. Chianti, milt og ikki bittur.

Enn eina fer má eg endurtaki meg sjálva ;) "OMG!!!!" :D Nokk sagt, ha? :)

Úrslitið? Tað er hetta!! :p



Mangan takk my love :*

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Ein skjót og vælsmakkandi máltíð

2 januar høvdu vit fríð og fóru tí heim aftur eftir jól og nýggjár saman við familju. Tað er ikki ofta, at vit eru heima ein heilan dag og av tí sama gera vit ikki ofta fleiri máltíðir. Hendan dagin skuldu vit gera 2 máltíðir, eftirsum vit ótu fyrstu máltíð umborð. So túrurin gekk til Miklagarð, av tí at har er mest úrval. 
Leitandi kom eg frammá liðugtgjørda íslendska hummarasúpan í dós. Vanliga leggi eg ikki nógv í dósamat, men hummarasúpan ljóðaði for lekkurt til at ganga frammvið. Tað vóru 400 ml í dósini og hon kostaði 19,95 kr (vit keyptu 2 dósir). Fyri at fáa fyllu í, keyptu vit rækjur og so høvdu vit flytes og heimagjørt hvítleykssmør afturvið.








Súpanin smakkaði væl og av hummara, men eg helt, at tað manglaði salt, men um tú spyr meg, so manglar alt salt (og pipar) ;) 
Mær dámar væl at royna okkurt nýtt og hetta fara vit at keypa aftur, um vit hava hug til eina skjóta máltíð :)

Myndin, sum eg legði á Instagram :)



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

04 januar 2013

M.A.C. 2

Eg byrji við at ynskja tær Gott nýggjár!! :D Vónandi verður 2013 eitt betur ár!

Makeup hevur mín áhuga, um tú enn ikki hevur funnið útav tí ;) og eg eri forvitin at vita, um M.A.C er so gott, sum tey á Youtube siga tað vera, men tað fæst ikki her heima, og eg fari ikki at keypa makeup aftur yvir neti, sum eg áður havi sagt tær.
Tíbetur fyri meg vóru Fastur og maðurin hennara í Dk, so eg skrivaði til hana og eg spurdi hana, um hon kundi keypa á flogvøllinum í Kastrup fyri meg, um hon hevði tíð sjálvandi. Eg gav henni listan, hon kom við vøruni og hon fekk pengarnir :) Og øll eru glað :) uttan sjeiken sjálvandi. Hann vildi vita, hvussu eg ætli mær ígjøgnum alt hetta makeupi hehe...

Eg helt, at eg kundi vísa tær, hvat eg fekk :) Enn havi eg ikki roynt nakað av tí, tí at eg fekk tað í dag og eg havi ikki havt tíð :s
Kanska eg geri 1 makeup look onkran dag :)

Annars, her eru myndirnar av vøruni :)







M.A.C. Mineralize Skinfinsh Natural Powder í medium



M.A.C. Vanilla eyeshadow


M.A.C. Desert Rose Powder Blush



M.A.C. Indianwood paint pot


M.A.C. Ruby Woo retro matte red lipstick 

Mær dámar best matta reyða varrastift :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag :)
@solmunde