Leitandi kom eg frammá liðugtgjørda íslendska hummarasúpan í dós. Vanliga leggi eg ikki nógv í dósamat, men hummarasúpan ljóðaði for lekkurt til at ganga frammvið. Tað vóru 400 ml í dósini og hon kostaði 19,95 kr (vit keyptu 2 dósir). Fyri at fáa fyllu í, keyptu vit rækjur og so høvdu vit flytes og heimagjørt hvítleykssmør afturvið.
Súpanin smakkaði væl og av hummara, men eg helt, at tað manglaði salt, men um tú spyr meg, so manglar alt salt (og pipar) ;)
Mær dámar væl at royna okkurt nýtt og hetta fara vit at keypa aftur, um vit hava hug til eina skjóta máltíð :)
Myndin, sum eg legði á Instagram :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar