04 januar 2013

M.A.C. 2

Eg byrji við at ynskja tær Gott nýggjár!! :D Vónandi verður 2013 eitt betur ár!

Makeup hevur mín áhuga, um tú enn ikki hevur funnið útav tí ;) og eg eri forvitin at vita, um M.A.C er so gott, sum tey á Youtube siga tað vera, men tað fæst ikki her heima, og eg fari ikki at keypa makeup aftur yvir neti, sum eg áður havi sagt tær.
Tíbetur fyri meg vóru Fastur og maðurin hennara í Dk, so eg skrivaði til hana og eg spurdi hana, um hon kundi keypa á flogvøllinum í Kastrup fyri meg, um hon hevði tíð sjálvandi. Eg gav henni listan, hon kom við vøruni og hon fekk pengarnir :) Og øll eru glað :) uttan sjeiken sjálvandi. Hann vildi vita, hvussu eg ætli mær ígjøgnum alt hetta makeupi hehe...

Eg helt, at eg kundi vísa tær, hvat eg fekk :) Enn havi eg ikki roynt nakað av tí, tí at eg fekk tað í dag og eg havi ikki havt tíð :s
Kanska eg geri 1 makeup look onkran dag :)

Annars, her eru myndirnar av vøruni :)







M.A.C. Mineralize Skinfinsh Natural Powder í medium



M.A.C. Vanilla eyeshadow


M.A.C. Desert Rose Powder Blush



M.A.C. Indianwood paint pot


M.A.C. Ruby Woo retro matte red lipstick 

Mær dámar best matta reyða varrastift :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag :)
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar