Fondantkøkur kunna blíva sera vækrar, men tað krevur tíð og tolsemi. Arbeiðstól er gott at hava! Tað havi eg ikki nógv av...
"Hvat er fondant?" Tað er tað ein prýður køkuna við. Nei, ikki marsipan.
"Hvat er í fondanti?" Tað er marshmellows (skumfidus), florsukur, vatn og liting, um tú ynskir ein serligan lit.
Tú hevur kanska sæð Cake Boss ella Planet Cake í sjónvarpinum. Tey duga ótrúliga væl!
Eg havi nógva venjing fyri framman, áðrenn eg komi á teirra støði! Kanska er tað tí at fara ein túr á ebay ;)
Hetta var aðru fer eg brúkti fondanti, sum eg keypt og tað er als ikki nemt at arbeiða við. Har er heimagjørt fondant nemmari!
Tá ið vit vóru í Newcastla, keypt eg 5 smáir pakkar av fondant. Litirnir vóru blátt, reytt, grønt, ljósareytt og svart. Um eg minnist rætt, so kostaðu teir 18 kr stk. Tað helt eg vera øðiligta bíligt, minnist eg, men góðskan er nokk eisini hareftir...
Hesu fer var tað lítli fitti bollin, Seth, sum fylti 2 ár. Hann elskar køkur (faktist elskar hann mat :))
Eg havi tikið myndir av køkuni stig fyri stig, so tú kanst síggja, hvat skal til og her er ein leys frágreiðing.
Ætlanin var ikki at prýða køkuna soleiðis, men sum áður nevnt er hatta fondanti ikki nemt at arbeiða við. Eg eri enn nýggj til hetta, so vinarliga haldi mær til góðar :)
Fyrst bakar tú eina køku.
Ger eitt mousse ella okkurt krem at leggja í millum. (Tú avgerður sjálv, um tú vilt hava 1-2 sløg)
Sker køkuna í 2-3 stykkir (vandrætt), tá ið hon er kølna.
Ger smørkrem
Legg mousse´i/kremi ímillum.
Smyr smørkremi rundan um køkuna
og at enda prýð við fondantinum
Sitrónmousse. (smakkar akkurát sum sitrónformagen í pakkanum, sum ein keypur i handlum)
Eg valdi, at hava bara eitt slag ímillum hesa køku.
Smørkremi komi á...
So brúkti eg florsukur, fondant og eina rullu.
Fyri at festa stjørnurnar, koyrur tú vatn undir. Pensilin sum eg brúkti, var í so stórur. Tað bleiv ikki pent...
Fyri at goyma tað, drússaði eg florsukur yvir :)
Eg eri klár yvir, at tað stendur nr.4 í yvirskriftini, men tú bert finnur bloggir av 3 av køkinum. Tað er tí, at eg tók ikki mynd av mínari køku í mai mánaði, tíverri...
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Gott vikuskifti :)
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar