05 september 2012

4 foundation royndir

Leingi havi eg (sum áður nevnt) leita eftir tú rætta foundation. Ikki timi eg at keypa okkurt, um tað kemur til tað niðurstøðu, at eg ikki kann brúka tað...
So yvir nakrar vikur havi eg roynt ymisk foundation fyri at royna at finna tað rætta foundation til mín.

Vanligvís vilja damur við turrari húð hava 1 foundation sum ger at húðin skínur, men tað vil eg ikki, tí at tá sært tú væl mínar turrheits rukkur :( So má eg brúka powder yvir. At leggja powder yvir foundation hevur tað bonus við at foundationi heldur longur.

Her eru tey 4 foundationi, sum eg havi roynt.



(mynd tikin av google)

Lancome Teint Miracle nr.010 dámar mær væl, liturin passar næstan perfekt og tað dekkar medium +. 
Fyrsta royndin var við powder og tað sá gott út. 
Onnur roynd var uttan powder. Húðin skein og tað er 1 minus í mínum føri, men var næstan ikki turr :)
Riggar best við vanligari foundationbust. 
Eg keypti mær hetta á flogvøllinum í summar, eftirsum tað er bíligar. 



(mynd tikin av google)


DIOR Forever Foundation dámdi mær væl og tað dekkar medium +. Tað lá ok og liturin var 1 sindur heitur, men eg kann væl brúka tað
Eftir fystu roynd, turkaðist húðin, men eg hevði roynt tað eina fer fyrr og tá var tað øðiliga gott, so eg gav ikki upp. Eg fekk hetta so í føðingargávu í ár og havi brúkt tað næstan hvønn dag. Nú havi eg roynt við øðrum bustum og tað riggar best við vanligari foundationbust.



(mynd tikin av google)


Origins Youthopia Foundation nr.02 light dámdi mær slett ikki. Tað lá ikki væl, liturin var 1 sindur off og tað luktar ikki væl. Húðin turkaðist av tí... Hevði ikki hug at royna aðrar bustir.
Eg legði eisini á E-borg og hon dámdi tað heldur ikki.


(mynd tikin av google)

Clinique Even Better Foundation nr.2 dámar mær eisini væl. Tað dekkar medium + og liturin passar væl :) men húðin skein og í nógvum føri er tað gott. Eftir at hava lagt powder á, er tað sum um at powder ikki verður liggjandi.
Hóast tað mátti eg keypa mær hetta í summar, men tað var at fáa í nr.3. So tað verður til summarbrúk...

Niðurstøðan er nokk tann, at Clinique Even Better Foundation er vinnarin í mínum føri! :) men av tí at tað er for myrkt nú, skiftist eg um at brúka Lancome og Dior :)
Ein skal hugsa um status á húðini, sum ger nógvan mun... Munur er eisini á, um ein brúkar powder yvir foundation, men ikki leggja á tað turra øki, tí at tað turkar uppaftur meir. 
Kanska eg skuldi skift powderi út við okkurt annað powder?
Bustirnar gera eisini mun!

Hvat heldur tú?

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar