Viser opslag med etiketten jól. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten jól. Vis alle opslag

04 december 2012

Okkara fyrsta traditiónin í jólamánaðinum

Endiliga kom jólamánaðin! :D Tá er hugni, ljósa, prýði og traditiónir á skránni. Ein av okkara traditiónum er at gera havragrýnskøkur. Sjálvt um sjeikens ikki dámar tær nakað serligt, elski eg tær :) 
Systi og sjeikurin hjá henni komu forbí, og so fóru vit báðar í gongd. Vit gjørdu uppskriftina hjá mammu, sum faktist ikki var hennara, men er út Mat og Matger.

Her eru myndir :)











Hevur tú hug at gera hesa deiligu havragrýnskøkur, skalt tú brúka:

200 g margarin
2 koppar av melis
2 egg
2 1/2 kopp av havragrýn
2 1/2 kopp av mjøli
6 spsk av kakao
2 tsk av bakipulvur
2 tsk av mandildropum

Eld alt væl saman, rulla til smáir bóltar og flata við einum gaffli. 200 gradir í 8 min. Vælgagnist :)

Her er 1 av mínum yndis jólaløgum :)





Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

25 december 2011

Gleðilig jól 2011

Gleðilig jól :D

Í dag eru vit hjá svigerforeldrinum og her hava vit fingið gás, sukureplir og brúnasós til døverða :D Uha, sum tað smakkaði væl! Svigerpápin dugur allarbest at gera sukureplir :D

Veðrið er øðiligt her í bygdini :s Sjeikens og svigerpápin fóru út at hyggja til teirra nýggju hús, tí at tað vóru fleiri takplátur farnar á flog fleiri staðni í bygdini! Klædningurin á húsinum hevur fingið skaða :( Rættuliga keðiligt! Tey eru ikki ein gongd flutt inn í tað enn...
Má siga, at mær dámdi einki, at teir gingu úti í hesum veðrinum, men teir eru komnir aftur í øllum góðum :D

Ætlanin hjá mær var, at pyntað meg í dag, men hugurin er ikki til staðar, má eg siga... Eg hevði bestan hug at gangað í náttkjóla og kimino allan dagin, men mamma meinti, at øll skuldu vera ílatin, um nakað skuldi fari á flog hehe...

Nú fara vit norður aftur til mammu og babba at vera saman við familjuni restina av deginum :D Tað er jú tað jól eisini gongur út uppi, ikki? :D

Hopi, at tú hugnar tær, sjálvt um at tað er ódn úti! 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan 1. jóladag :D
@solmunde

17 december 2011

Gløgg

Herfyri avgjørdu vit bæði, at vit skuldi fara at gera gløgg. Vit høvdu ikki gjørt tað fyrr...
Eg hevur ongantíð dámt gløgg, men sum árini fara, kemur ein at dáma meir :) Og so var eisini við hesum :)
Vit bjóðaðu okkara grannum frá báðum síðum og 1 vinarpar heim til okkara at royna okkara gløgg :) Holukøkurnar máttu eisini við ;)
Liðugtgjørt Gløgg frá Rúsuni
Gløggmix og vodka vóru eisini koyrt í 
Uhmm.. tað smakkaði væl :D
Holukøkur og annað gott aftur við :D


Gløgg er einki uppá seg at gera :) Vit fara heilt avgjørt at gera tað aftur um jóla :D
1 sera hugnaligt kvøld og veldugt at hava góðar grannar, so takk til tykkum :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

Heimagjørt jólaprýði

Í hesum deiliga mánaði, havi eg verið sera aktiv innanfyri ítriv og havi gjørt 1 sindur av jólaprýði :)
Hesa stjørnuna gjøri eg ein dagin :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

12 december 2011

Stuck...

Fyri tíðina er tað hetta lagið, ið hevur sett seg fast hehe...
Blív so glað av hesum lagnum :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

11 december 2011

E-borg klár til jólaborðhald

Seinasta vikuskifti skuldi E-borg til jólaborðhaldi við arbeiðsplássinum. So spurdi hon meg, um eg kundi seta hári og leggja makeup á seg. Tað segði eg gleðiliga ja til :D 


Eg legði foundation á húðina fyri, at javna hana út og bronzara á fyri, at gera henni lit og at forma andliti. 
Á eygni brúkti eg shimmer hvítt, gráar og svartar eygnaskuggar :) Kohlstift og maskara.
Eygnabrýrnar fylti eg við einum ljósum brúnum liti.
Eg legði ljósareytt á varrarnir, men tað gekk hon ikki við til :s So hon legði lipsgloss á, sum hon sjálv átti.


Her er so úrsliti :D
Flott, ha? :D Tað skal sigast, at hon var sjálv sera glað fyri tað, sum eg hevði gjørt :D Eisini fekk hon nógv rós :)
Tá ið vit vóru í Newcastle, keypti hon hendan sera vakra kjólan :D Hon riggar sera væl í honum :D Perlurnnar í oyrinum og hárprýðið keypt eg í Newcastle :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

04 december 2011

Christmas/winter wonderland make-up look

Tað var sunnukvøld, kalt og kavi úti. Høvdu slappa av allan dagin :D Høvdu eisini vitjan av sysknabarninum og hugdu at Blå Mænd :D Seinni keddi eg meg... So enn eina fer tók eg make-upi framm og eftirsum vit eru í jólamánaðinum :p

Her er 1 samansett look, sum eg havi gjørt :D
Í hesum brúkti eg 1 frosty-lit og 1 ljósabrúnan lit við lítlum glimmur í. Sjálvandi svartan eyelinara og reyðan varralit :D

Tíverri sært tú ikki mínu fínu klokkuoyraringar :p sum eg keypti í Newcastle fyri 1 ella 2 pund :p
Hope U like :p

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

Christmas make-up look nr. 1

Tað var leygarkvøld, kalt og kavi úti :D Jólaperurnar og tað livandi ljós lýstu so vakurt og skaptu ein hugnaligan stemning inn. 
Eftir 1 stravna viku við Norrøna, jólashopping o.a., sæt sjeikens og læs bókina, sum hann hevur bíða eftir í nøkur ár, og eg læt meg inspirera av litinum av jól... So eg tók mítt make-up framm :D

Jól nærkast and why not look the part? ;) Tað er skeg við make-up :D
Tá ið eg hugsi um jól, síggi eg litirnir reytt, grønt og gull fyri mær. (Reytt er ikki ein góður litur til mín :/ )


Í hesum look´inum havi eg brúkt ljóst gull og kopar. Um tú vilt tað look´ið at vera djúpri, so er at leggja brúnt uttast :)
Eg vildi ikki gera nakað yvirdrivi, men nakað ein og hvør kann ganga við :)


Not my best colour...

Ætlanin er at leggja 1 ella fleiri bloggar við myndum út hvørja viku framm til jóla. Myndirnar vera av make-up looks og tær hava okkurt við vetur ella jól at gera.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan 2. Aventsunnudag :D
@solmunde

Winter Wonderland make-up look 1

Nú er kavin endiliga komin! :D Eg elski kavan. Tað er so vakurt at síggja hann liggja um landi og um veturin skal kavi vera ;)
Hetta fær meg til at sminka mær uppá ein kaldan og "frosty" máta.


Hetta sær kanska 1 sindur kent út. Eg legði tað samað á Birgit, áðrenn hon fór til jólaborðhaldið :) So kanst tú eisini síggja, hvussu tað sær út á øðrum :)
Eg kalli hetta fyri Winter Wonderland :D Eg havi brúkt ljóst silvur, myrkt silvur og svart






Hopi, at tú dámar og kanska bleiv inspirera ;)
Takk fyri, at tú læs mín blogg og ein góðan dag :D
@solmunde 

26 november 2011

Mini make-over á Barbaru

Nú jólaborðhaldið hjá okkum var á veg, spurdi Barbara meg, um eg kundi sminka hana. Tað vildi eg gjarna :D 
Ætlanin var, at eg eisini skuldi gera hári hjá henni, men tað lá tíverri ikki fyri :( 
Her sært tú myndirnar...
before


After

Tíðin var knøpp og ljósi var sera keðiligt :( but you get the point :)
Ein skuldi trúð at hon kom úr Turkaland, a beautiful Turkish prinsess :)
Hopi, at tú ert glað fyri tað Barbara :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde