Viser opslag med etiketten video. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten video. Vis alle opslag

28 august 2012

How to fix broken powder


Hatar tú ikki, tá tú hevur ferast ella funnið útav, at tú hevur mist títt pudur og tað er fari í knús? Vit vita allar, at tað ikki er nemt at brúka av brotnum puduri. Tað kemur alt ov nógv á bustina og so fer nógv til einkis...
Hvat ger ein so? Tað skal eg vísa tær :) "Vísa?", hugsar tú nokk nú og mítt svar er:"Ja, vísa" :)
Hesin bloggurin er ikki heilt vanligur, av tí at eg havi gjørt ein film, um hvat tú kanst gera fyri at bjarga tínum puduri :) Í filminum sært tú alt, ið tú skalt brúka.

Viðmerkjast skal, at eg havi ongantíð fyrr gjørt film (heldur ikki klipt, redigera ella nakað av tí sum tilhørður), so filmurin kann vera eitt sindur langur.  Vinarliga havi tol við mær :)
Eg havi valt at skriva á enskum, soleiðis at fleiri skilja tað sum stendur har...



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

22 februar 2012

Partur 4

So er hann aftur :) Fitta petti hjá okkum :)
Ja, tú hugsa nokk: "hvat er so fitt við einum fugli?" Tað eru fleiri ting! :) Tit sum kenna hann vita hvat eg tosað um :)






Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

12 december 2011

Stuck...

Fyri tíðina er tað hetta lagið, ið hevur sett seg fast hehe...
Blív so glað av hesum lagnum :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

08 december 2011

Kend fólk og vit...

Hví hevur útsjónd so nógv at siga? Held í teimum, sum ikki ganga uppí sjónd :)

Kend fólk síggja altíð fantastiska væl út og fleiri hugsa: hví kann eg ikki síggja soleiðis út??
Tað skalt tú ikki leggja so nógv í! Hví? Tí at tey eru akkurát líka sum vit! :) Einasti munur er, at tey hava ein makeupartist og frisør...
Hygg bara her...

Hopi, at dagurin hjá tær lætnaði ;) Minst til, at øll eru pen uppá sín máta...

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav 1 gott vikuskifti :D
@solmunde

Partur 3

So var hann aftur :D
Hetta er eisini 1 av teimm fyrstu video´inum av Bibb. Tikið í feb. 2011
Er hann ikki fittur? :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

04 december 2011

Lagið fyri tíðina 2

Kennur tú tað, tá okkurt setur seg fast í heilan? Eg havi havt nógv av tí í seinastini... Summartíðir kann tað vera rættiliga irriterandi, tí at tað er onkentíð sangir, sum eg slett ikki dámi!

Hevur tú verið í námd av mær í seinastini, so hevur tú nokk hoyrt hetta nakrar ferir: "I love you like a lovesong baby" lol :D What can I say...? Tað situr FAST! :p

Her er so sangurin :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

11 november 2011

Partur 2...

So er hann aftur :p

Bibbur, partur 2...

 Takk fyri, at tú læs mín blogg og gott vikuskifti :D

@solmunde

03 november 2011

Okkara baby :D

Her er okkara fitta baby :D 
Hann eitur Bibbur og hann er 15 mánaðir :D Han dugur at tosa! :D Ja, eg meini tað! Spyr bara tey, sum kenna hann :D Hann sendur mussar og sigur millum annað: Bibbur, hey bibbur, hvat gert tú, sigur tú, fittur bibbur, bibbur fittur...
Hann er so fittur :D Honum dámar væl at etað maskara og stearinljós. Eg veit eg veit, tað er ikki gott fyri hann. Vit steðga honum eisini, tá ið hann etur tey...
Hann er úti úr búrinum hvørt kvøld. Hann er ofta nærgangandi, men hann lurtar bara eftir, hvat tú sigur. 
Honum dámar at vera við at gera okkurt, spæla við babba sín og eisini at fáa mussar :*


Á video´inum er hann 11 mánaðir. Hann elskar at spæla við handan blýanitin :D
Um tú lurtar, so hoyrur tú hann nakra ferir siga: "Bibbur"
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde