Eg vil siga, at tað nokk ikki er so gott við hesu streyku. Tá ið eg sigi so, meini eg við tíðina eg havi at dríva... Eingin hevur tíð til mín, so okkurt má eg finna uppá! Eg kundi sjálvandi gjørt okkurt heima, men eg tími ikki at vera inni.
Eg havi gingið í handlar! :s Eg, sum ikki eri shoppingtypan! Eg fór inni í Vøruhúsinum á Hjalla at hugdi (sum eg ikki skuldi havt gjørt).
Í eina tíð havi eg havt eyga á eini lampu har, men havi ikki keypti hana, tí at eg havi ikki vilja gevið 399 kr fyri hana. Nú hugsaði eg: "Hatta er akkurát eg, so eg keypi hana!"
Og so eg gjøri, eina svarta til kamarin :) (399 kr.)
Og eina hvíta til stovuna :p (399 kr.)
Og ein ljósketu við hjørtum á til spegli :) (99 kr.)
Og 1 spegl við ljósi :p (tilboð 74,95 kr.)
Og stearinljós til stakanir í kamarinum :) (49,95 kr. stk)
Niðurstøðan er tann, at eg eri glað fyri tað, sum eg havi keypt, men eg haldi mær nokk inni í morgin ;) Fari at mála okkurt :p
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Hey Ann. Tað er deiligt, at síggja, at tú ikki hevur kett teg nú verkfall er. Drív á. At keypa er gott fyri fólk ;))
SvarSletATB
Brynhild :)
Hey Ann,
SvarSletFlott ting tú hevur keypt, sig mær frá tá tú fært hug at fara í handlar, so komi eg við.
Var annars í Pier í dag eftir arbeiðstíð, skuldi keypa sofu, men hon var ikki uppakka, má fara aftur í morgin - kom við? :)
Muss Moss