18 februar 2012

Nilens Jord Black Diamond bust

Eg brúki 1 sindur av tíð uppá at finna foundation, sum passar til mína húð, ið er ringt, tí at eg havi sera turr húð til tíðir :( 
So royni eg eisini at finna góðar mátar at leggja tað á við...


Í seinasta ár gjørdi eg ein blogg um bustir og hvørja bust eg dámdi best til at leggja foundation á við. Eg má siga, at eg havi funnið eina aðra bust, sum mær dámar betur.


Hon er frá Nilens Jord. Faktisk er hon ein puddurbust, men tað brúki eg hana ikki til.


Eg keypti hana á Apotekinum á Tvøroyri fyri 145 kr. Eg haldi, at hon kostar 199 kr í Matas...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar