Mamma og eg fóru at hyggja. Mamma keypti ikki nakað, men eg keypti nøkur ting. Millum annað keypt eg 2 hyllar fyri 50 kr stk. Báðar vóru myrka brúnar.
Onnur hyllin hevur hingið uppi í køkinum, síðan vit flutt inn hjá okkum, tí at hon passar væl inn har, men hina hevði einki pláss í nøkur ár. Ikki fyrr enn eg hevði pussað, málað og hevði hongt krókar á hana. Tá fekk hon pláss í stovuni :)
Eg eri glað fyri báðar hyllarnir :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
FLOTT :)
SvarSlet