Viser opslag med etiketten hándarbeiði. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten hándarbeiði. Vis alle opslag

25 februar 2013

Prodject me 2 (gardinan)

Ein og hvør kvinna eigur at duga at seyma, men at seyma er ikki mín sterka síða. Mær damar at royna av og á, sjálv um tað ikki altíð gongur so væl og tolið ikki er til staðar...

Systur mín nevndi fyri mær ein dagin, at um hon skuldi sovað hjá okkum, hevði hon gjarna vilja havt eina gardinu upp í lítla kamar. "Ups!" hugsaði eg beinan vegin, tí at tað hevði eg slett ikki hugsa um, eftirsum vit ikki brúka tað kamari og Babba hevði einki sagt um tað.

So skrivaði hon til mín fyrr í kvøld og spurdi, um hon kundi sova her og sjálvandi segði eg ja. Tá kom eg í tankar um hasa gardinuna! So eg skundaði mær uppá at leita eftir tøji.

Hetta er tað eg fann :p


Bleytt hør og hvítt silkiband


Hetta er vindeyga, ið eg skal seymað eina gardinu til.


Aftur hesa fer var mín trustly helper hjá mær ;)


"Huff..!" segði eg bara. Hatta tøji var ikki skeg at arbeiða við... 


Hetta er so úrslitið :)


Silkibandi ger, at hon bleiv eitt sindur romantisk og fitt. Hon var nemm at gera og kundi verið gjørd betur, men vit fáa vónandi ikki brúk fyri henni leingi afturat. Eg eri væl nøgd :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

04 september 2012

Endurnýtsla 3

Aftaná stromin í novembur í fjør og at mamma fór, bleiv tað ruddað í húsinum hjá Babba. Eg bleiv spurd, um eg vildi hava gamla seymiborði hjá langommu. Tað vildi eg fegin :)

Sum tann sløva padda, sum eg kann vera av og á, gloymdi eg at taka mynd av borðinum áðrenn tað bleiv pussað og málað...
Tað er ikki nógv pussað, tí at eg vil ikki hava tað slættað og uttan merkir. Soleiðis fer karakterurin...
Enn mangli eg at seta nýtt handtak á, men tað havi eg ikki funnið enn. Eg finni tíverri ALDRIN tað, ið eg vil hava. Tað er tað lorta við at búgva í Føroyum!

Her eru so myndir av borðinum í dag. Eg eri sera glað fyri tað :)









Stólin bjargaði eg frá nýttársbálinum fyri nøkrum árum síðani :) Enn havi eg ikki avgjørt nakað við hann. Eg veit ikki, hvat eg skal gera við hann. Sjeikens heldur, at hann eisini skal gerast hvítur, men vit hava ein annan hvítan stól, sum omma og abbi áttu.

Veist tú nakað um hetta seymiborðið, vinarliga sig mær frá :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

30 juni 2012

Endurnýtsla 2

Ein sindur av máling kann gera nógvan mun! Hevur ein ikki ráð at keypa sær nýtt innbúgv, so er at klaska 1 sindur av máling á :p Tað dámar mær væl :)


Her eru 3 ting, sum er blivin endurnýtt og tey eru faktist rættulig "in" nú á døgum :) Skenkin og skápið hevur Babba sproyta og hyllina hevði eg málað :)




Eingin av okkum minnist, nær hesi innbúgv eru frá... Kanska tú veist?

Stólarnir eru faktist eisini endurnýtsla :) Teir blivu málaðir hvítir og fingu reytt "leður" um fyri nógvnum árum síðani, men teir hava brúk fyri einu yvirháling aftur ;) Minnist eg rætt, eru teir frá Fastur og manninum.




Hándtøkini høvdu eina rufluta "gull" skivu á, men ofta stóð onkur fastur av skivuni, so tær blivu tiknar av. (keypt frá Berentsens Teknik)




Eg vænti, at hyllin er frá 1980´inum. 


Eg havi einki ímóti endurnýtslu, so leingi tað ikki er fuktur ella fýrur í :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

19 april 2012

Endurnýtsla og umvæling av hyll

Fyri nøkrum árum síðan høvdu nakrir grannar hjá Mammu og Babba loppumarknaður. Tey bygdu nýtt hús, so tey seldu næstan alt í tí gamla húsinum, um eg minnist rætt...
Mamma og eg fóru at hyggja. Mamma keypti ikki nakað, men eg keypti nøkur ting. Millum annað keypt eg 2 hyllar fyri 50 kr stk. Báðar vóru myrka brúnar.





Onnur hyllin hevur hingið uppi í køkinum, síðan vit flutt inn hjá okkum, tí at hon passar væl inn har, men hina hevði einki pláss í nøkur ár. Ikki fyrr enn eg hevði pussað, málað og hevði hongt krókar á hana. Tá fekk hon pláss í stovuni :) 





Eg eri glað fyri báðar hyllarnir :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

30 januar 2012

Gamla bambusinnbúgvið hjá okkum (endurnýtsla)

Bara tí at okkurt er gamalt, merkir ikki at tað ikki kann brúkast. So hví ikki fríska tað upp og gev tí "lív" aftur :)

Fyri ein tíð síðan fingu vit bambusstólarnir og borðið hjá Mammu og Babba norður, tí at tey brúktu tað ikki. Tað skuldu bara verða fyribils innbúgv, men tá ein ikki fær/finnur tað í Føroyum, sum ein ynskir sær, so blívur tað ofta permanent...
Tú, sum kennur meg, veist at eg hati trælit og eg vænti ikki, at tað fer suður aftur. Sooo eg havi málað tað :) 
Eg eri klár yvir, at hetta er tacky ella kiksa, men eg leggi ikki í... Heilt erligt, so er tað upp til mín ella okkum, hvat fyri innbúgv vit hava inni hjá okkum, right?
Líka mikið... Her eru so before and aftur myndir.



Máling ger nógvan mun, ha? :) 
Sær 1 sindur løgi út uttan hyndurnar, men tær eru hjá Fastur. Eftirsum, at Mamma ikki kláraði at fáa tær lidnar, hevur Fastur tikið yvir. Eg eri ikki so køn til at seyma, tíverri... Tær skulu beklæðast av nýggum, tí at beklædningurin er illa farin og litfarin. 
Soleiðis síggja tær út nú hehe...


Eg geri ein nýggjan blogg, tá ið eg havi fingið hyndurnar aftur :) 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

29 januar 2012

Heimagjørd accessoriefarme

Fleiri fyri árum síðani keypti eg 1 gull spegl í Vøruhúsinum í Suðuroy. Eg var glað fyri tað :)
Aftaná nógv ár bleiv eg troytt av litinum gull, so eg spray´aði tað antikkhvítt og útyvir aftur við svørtum, sum sprekkaði.
Inntil víðari setti eg tað á mínari skógvahyll, men ein dagin tá ið eg fór út í úthurðina at rysta teppi, koppaði tað og fór í smildur! :( Ramman lá so eina løtu, tí at eg vildi ikki koyra hana í skrell.
So 1 dagin sat eg og blaðaði í Isabellas (sum eg so mangan geri) og fekk inspiratión herfrá og eg var so glað :) Tað hevur verið ein lang going procces, tí at eg mátti spyrja Babba, um at seta rammuni saman aftur, so tapiseraði og spray´aði baksíðuna og krókarnir, og sjeikens setti alt saman fyri meg :)

Leingi hevur hasin veggurin verið tómur... Endiliga er hon liðug!




Enn mangla nakrir krókar, sum eg má spray´a fyrst...
Tíverri sært tú ikki sprekki í tí svarta.
Eg eri sera glað fyri hana :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

31 oktober 2011

Tak árstíðini inn í heimi hjá tær...

Eg havi funnið útav, at heystlitur eru faktist rættiliga vakrir, sum eg ikki havi hildið fyrr. Mær dámdi best skríggjandi litir. Grundin var nokk tann, at eg vaks upp í  80´inum ;)

Nú heysti er komin, hevði eg hug at fylgja hesi árstíð og taka 1 sindur inn í heimi hjá okkum og verða 1 sindur grøn eisini. 


Hetta pyntið, sum eg fari at vísa tær,  er sera nemt og bíligt at gera. Tað krevur bert ein túr út og endurnýtslu :)
Tað einasta eg brúkti, var krukkurnar, trá, turka bløð, 1 tallerk og fýrfatsljós.


Endunýtsla er nakað, sum eg royni at gera gagn av og har komu krukkurnar væl við. Krukkur sum levurpostei, syltitøj og eplakrukkur hava verið í.   


Í seinastu viku var eg í viðalundinum í samband við arbeiði og útnyttaði eg møguleikan at taka nøkur bløð heim við. 
Tá eg kom heim, fann eg 1 gamalt vikublað fram og legði bløðini í millum, legði nakrar bøkur omaná og lat liggja í nakrir dagar. Hetta ger, at bløðini verða deiliga fløt og ikki krúlla saman.


Eg fekk lillalitta tallerkin í jólagávu frá fastur og manninum eitt ári og tað havi eg tikið framm aftur, tí at eg haldi at liturin lilla er heystligur og tað er so passaliga stórur.

Tráin keypti eg í 2x3 í fjør.

Hetta er so úrslitið :D I like it :D 






























Hesar syltitøjskrukkur standa á trappuni.






























Tallerkurin stendur á stovuborðinum.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

27 oktober 2011

Pumpkin :D (2011)

Enduliga fann eg 1 nøkuliga pent græskar :D Tað kostaði 50 kr í Miklagarði :( Oh well, eg fekk 1 sindur burtur úr :p
Eg fór at skera út og gera pumpkin pie :D


Soleiðis gjørdi eg:
































Hetta er tað eg brúkti (+ 1 bolla)






Dead pumpkin! xp




Tá ein hyggur at muðinum, skal ein ímynda sær, at hann hevur verið seymaður aftur og skriktur upp ;)











Like? :D Eg hevði ikki so nógv tíð at gera tað í, tí er taðnakað einfalt...


Her er so tertan :D


Nice, ha? :D Hon smakkaði vææææl :D


Uppskriftin fann eg á internetinum:
http://spisordentligt.blogspot.com/2006/10/grskartrte.html


Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góða dag :D


@solmunde

26 oktober 2011

Pumpkin (2009)

Í samband við temavikuna hjá mær, sum er Hallowen, havi eg gjørt hendan bloggin. Eg valdi, at geva honum heiti pumpkin, tí at tað ljóðar betri enn græskar...


Av tí at eg enn ikki havi funnið nakað gott græskar, havi eg valt, at leggja myndirnar av míni pumpkinpie frá í fyrra árið út.
Ætlanin er enn at keypt 1 græskar, skera tað út og gera okkurt við innmatin :) Møguliga okkurt annað enn tertu, eftirsum eg havi longu roynt tað...

Uppskriftina fann eg á www.opskrifter.dk, men hon er ikki at finna í dag :/ Tíverri skrivaði eg hana ikki niður...
Tíbetur er google uppfunnið, so tað er bara at leita har og tú skuldi funnið fleiri uppskriftir :D

Her eru so myndirnar :)


Her er græskari :)


Eg gravaði og gravaði! Tað er 1 sindur av arbeiði, men eg geri tað gjarna aftur :)
































1 sindur av skemt ;)


Annað eyga skorið út..

Evil?! :p Muðurin teknaður...

Tada!! :D

So er tertan komin í ovnin 


og her er hon liðug :D Pen, ha? :D


Júst hendan tertan smakkaði ikki av so nógvum, tí ótu vit vaniljukrem afturvið...


Hopi, at tú roynur okkurt líknandi, so góða eydnu :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde 



19 oktober 2011

Productive me :D (pútur)

Fyri tíðina tími eg ikki væl at hyggja at sjónvarp ella sita við telduni. So eg havi hildið meg 1 sindur aktiva innanfyri hándarbeiði :p eg sigi ikki, at eg dugi væl, men tað er gott nokk fyri meg og eg eri glað fyri tað :D Eri ikki von við at seyma!
Tøji´ð havi eg átt leingi (sum tú kanska sær). Tað er ikki "up to date", men eg dámi tað væl og tað er tað, sum er tídningarmiki.
Hetta er so tað, sum eg gjørt :D 





Eg ætli mær at gera fleiri. Møguliga til jóla eisini :p Eftir sum eg keypti tøj til jólagardinur í seinastu viku, tá ið eg var í 2x3 við sysknabarninum :D 40 kr/m og pent!!


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde