31 oktober 2011

Tak árstíðini inn í heimi hjá tær...

Eg havi funnið útav, at heystlitur eru faktist rættiliga vakrir, sum eg ikki havi hildið fyrr. Mær dámdi best skríggjandi litir. Grundin var nokk tann, at eg vaks upp í  80´inum ;)

Nú heysti er komin, hevði eg hug at fylgja hesi árstíð og taka 1 sindur inn í heimi hjá okkum og verða 1 sindur grøn eisini. 


Hetta pyntið, sum eg fari at vísa tær,  er sera nemt og bíligt at gera. Tað krevur bert ein túr út og endurnýtslu :)
Tað einasta eg brúkti, var krukkurnar, trá, turka bløð, 1 tallerk og fýrfatsljós.


Endunýtsla er nakað, sum eg royni at gera gagn av og har komu krukkurnar væl við. Krukkur sum levurpostei, syltitøj og eplakrukkur hava verið í.   


Í seinastu viku var eg í viðalundinum í samband við arbeiði og útnyttaði eg møguleikan at taka nøkur bløð heim við. 
Tá eg kom heim, fann eg 1 gamalt vikublað fram og legði bløðini í millum, legði nakrar bøkur omaná og lat liggja í nakrir dagar. Hetta ger, at bløðini verða deiliga fløt og ikki krúlla saman.


Eg fekk lillalitta tallerkin í jólagávu frá fastur og manninum eitt ári og tað havi eg tikið framm aftur, tí at eg haldi at liturin lilla er heystligur og tað er so passaliga stórur.

Tráin keypti eg í 2x3 í fjør.

Hetta er so úrslitið :D I like it :D 






























Hesar syltitøjskrukkur standa á trappuni.






























Tallerkurin stendur á stovuborðinum.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar