03 oktober 2011

Ikki ein marengskøka!

Eg eri vonin so troytt av øllum margenskøkunum... 
Til føðingardagin hjá Fastur´sa bolla, bjóðaði eg meg til at gera okkurt og ynski var ein vaksnamanna køka. Eg hugsaði: "Hmm.. tað skal ikki vera tað sama, sum ØLL gera!"
Eg dámi ikki at vera sum hini hehe, tí eg vanti, at beiggi mín eisini vantar okkurt øðrvísi av mær :p Veit ikki, um tað er gott ella ringt :s
So eg setti meg at blaða... Eg kom framm á ein køku, sum líkist kjallakøku. Uppskriftin er ikki tann sama.  Hendan sær søtari og meir áhugaverd. Hon eitur Kekskøka De Luxe v/makrónum og berðum.  Hon er nemm og skjót at gera, men skal tó stanka kalt fleiri tímar.

Tú skalt brúka:
3 dl róma
300 g myrkari sjokulátu
120-150 g makrónum
3 spsk hindberðmarmuladu
100 g blanda berðum
1 rugbreyðsform ella líknandi

Kóka róman í einum grýtu. Hakka sjokulátuna grovt, koyr í róman og rør væl. Legg bakipapíri í formin. Deil 1/3 av makróninum í botnin av forminum, smyr 1 spsk av hindberðmamuladu á makrónirnar og stoyt 1/3 av sjokulátuni yvir og endutak 2 ferir. Skola berðinum og legg tey omaná. Set køkuna í køliskápi í 5-6, til sjokulátan er blivin hør. Til ber eisini at brúka ladyfingers ella keks. 

P.S. Eg brúkti keksir ístaðin fyri makrónir. 
Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu og væl gagnist :D
Vælkomin at geva mær feedback.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Kelda: Isabellas, Vild med hverdagen

2 kommentarer: