13 oktober 2011

Nr.2 til Halloween

Her er so look nr.2 Creepy Doll!
Hetta tók mær umleið 2 tímar at gera. Klokkan var nógv tá ið eg byrjaði, tí hevur eg ikki gjørt nakað burturúr við hár og klæðum :s Eg siti ballað inn í teppi, tí at eg var køld...


Av tí at eg skuldi tekna aðrar eygnabrýr á meg, mátti eg goyma mínar egnu eygnabrýr. Fyri at gera tað, skuldi eg brúka 1 límstift, powder, powderbust og 1 ókvassan knív (smørknívur er betur). Límstifin var bara ein vanlig, sum til skúlabrúk.




Eg smurdi lím á ímóti vøkstrinum á brýrnum, rættaði tær við fingrinum, smurdi so við hárvøkstrinum og síðan powder á tær. Hetta gjørdi eg umleið 3 ferir, men aðru fer tók eg ein klump av lími og smurdi hann út við knívinum, fyri at fáa  eina slætta yvirflatu.




Eftir tað brúkti eg concealer frá LR (dekkstift) at goyma brýrnar. Hann skal vera ljósari enn tín húð.




So at leggja foundation á alt andliti. Dukkur eru ljósar, so eg brúkti tað ljósasta eg átti, sum var Milk frá Make-up Store.




Síðan skal powder á. Powder sum eg brúkti var translucent ("klárt").




Liðug at powdra, teknaði eg brýrnar á, um ikki var so nemt, sum eg vantaði hehe. Eg eigi bara ein brúnar eygnablýant, so hann brúkti eg. 




Síðani at gera eyguni størri við hvítum blýanti og eygnaskugga omaná, fyri at halda litinum á pláss. Niðast á eygnalokinum legði eg svart á. Síðan legði eg myrkt ljósareytt og longur upp eg komi, fleiri ljósareyðar litir brúkti eg. Endaði við hvítum undir teknaði eygnabrýrni. Fyri at gera eyguni liðug, legði eg eygnavippur á uppi á og niðri undir. Legg til merkis, at niðara vippur eru undir tí hvíta litinum, fyri at eyguni skulu síggja størri út.


Dukkur hava lítlar varrar. Eg brúkti sama concealer á varranir, fyri at gera tær til húðlit og powder á aftaná. Síðan tók eg ein lilla littan varrablýant og teknaði mínu nýggju varrar og legði lipgloss omaná.



Tada! :D Kanska hetta er nokk fyri teg, men ikki fyri meg! Not CREEPY enough... So eg arb víðari...

Eg teknaði sár og pentir við einum svørtum eygnablýanti. Aftaná blandi eg brúnan og bláðan eyganskuggar á ein breyðan pensil og legði á, fyri at tað skuldi síggja út sum "blátt merki". At enda legði eg "blóð" á.






























Her er so úrslitið hjá mær hehe... Knívurin kundi verið kvasari.
Hopi, at eg fái plettin úr blusuni!


Hopi, at tit dáma tað og royna tað, so góða eydnu :D
Vælkomin at viðmerkja niðriundir.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

2 kommentarer:

  1. OMG Ann tú ert creepy... Holy fååk.... Eri bengin.. AH den fantasiur, synes meget godt om ;)

    SvarSlet