Hetta skal gerast í einasta legi 1 nov í ár!! So get to it!
Heimsins størsta jólatiltak fyri børn
Hvørt ár verður tað latið jólagávur til líðandi børn í 95 londum kring heimin. Vilt tú vera við og gera eina góða gera??
Hetta er í stuttum, hvat og hvussu...
Fleiri upplýsningar um Christmas Child, heimasíðuna, email og tlf.nr er at síggja longur niðri.
Tað er lætt at pakka eina eskju! Soleiðis gert tú:
- Tú skalt brúka eina tóma skógveskju í miðal stødd, umleið 18 cm x 30 cm x 13 cm. Tú ert vælkomin at prýða eksjuna, so hon sær út sum ein jólagáva.
- Síðani skalt tú velja, hvør skal hava tína skógvaeskju. Tú kanst velja aldur og kyn. Bólkarnir eru sleiðis: 2-4 ár, 5-9 ár ella 10-14 ár. Um tú ikki hevur lepan frá faldarinum, ger so ein, har tað stendur aldur og kyn á.
- Fyll eskjuna við lutum og hugsa um aldurin, sum tú hevur valt.
- Koyr 1 elastikk um eskjuna. Eskjan skal kunnað latast upp, tí at pakkin skal kannast í Onglandi.
- Legg 30 í ein brævbjálva og legg hann í eskjuna ella flyt peningin á konto ó EIK: 9181-1403917. (Peningurin skal brúkast til frækt av eksjuni)
GÁVUHUGSKOT:
- Leikur - bamsur, dukka, sovidjór, bilar, flúgvara, jojo, oyraringar, munnharpa, hárprýði o.a...
- Skúlaútgerð - blýant, penn, blýantspískara, pennahús, tussjir, blokkar, lineal, brævpapír, málibók o.a...
- Ítróttarlutir - lítlan bólt, hoppiband, bólt at blása upp, sveittaband, svimjibrillur o.a...
- Heilsurøkt - tannbust, tannkrem, sápa, hárbust, lappi o.a...
- Annað - góðgæti, tó ikki sjokulátu, ið mist heldur sær til mars 2012, sólbrillur, keppur, hanskar, turriklæð, hosur, húgvu o.a....
- HAVI HELST LUTIR ÚR ØLLUM BÓLKUM!
IKKI KOYRA Í:
- matur, ið kann spillast
- klæðir, uttan tað, sum er nevnt omanfyri
- flótandi, sápa, húðkrem, sápubløðrur o.a...
- krígslutir, spælibyrsu, herðmenn, revolvarar, kvívar o.a....
- heilivágur, vitaminir, bomm hyri hosta, salvur o.a...
- veikir lutir, sum kunnu brotna
- vandamiklir lutir, ið kunnu skaða, saksar o.a...
- brúktir lutir
- bøkur við teksti
- politiskt ella átrúnarligt tilfar
- hondgjørtar lutir, sum ikki eru av CE-merktar
Um tú hevur hug, kansk tú leggja 1 bræv við búðstaði og mynd av tær/tínari familju í, so barni kann hava møguleika at hava samband við teg.
Um tú ivast í nøkrum, kanst tú ringja til onkran av hesum:
Vágar tlf. 283715 / 533512
Streymoy tlf. 224217 / 597000
Eysturoy tlf. 589000 / 723560
Norðoyggjar tlf. 217869
Sandoy tlf. 361776 / 278702
Suðuroy tlf. 572244
Um tú vilt vita meir, kanst tú fara inná heimasíðuna:
www.christmaschild.fo
www.operationchristmaschild.org.uk
ella emaila á :
info@christmaschild.fo
Eg haldi, at hetta er 1 gott hugskot og endamálið er sera gott :D
Gleð 1 barn við eini jólagávu á jólum... Eg fari :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar