26 oktober 2011

Pumpkin (2009)

Í samband við temavikuna hjá mær, sum er Hallowen, havi eg gjørt hendan bloggin. Eg valdi, at geva honum heiti pumpkin, tí at tað ljóðar betri enn græskar...


Av tí at eg enn ikki havi funnið nakað gott græskar, havi eg valt, at leggja myndirnar av míni pumpkinpie frá í fyrra árið út.
Ætlanin er enn at keypt 1 græskar, skera tað út og gera okkurt við innmatin :) Møguliga okkurt annað enn tertu, eftirsum eg havi longu roynt tað...

Uppskriftina fann eg á www.opskrifter.dk, men hon er ikki at finna í dag :/ Tíverri skrivaði eg hana ikki niður...
Tíbetur er google uppfunnið, so tað er bara at leita har og tú skuldi funnið fleiri uppskriftir :D

Her eru so myndirnar :)


Her er græskari :)


Eg gravaði og gravaði! Tað er 1 sindur av arbeiði, men eg geri tað gjarna aftur :)
































1 sindur av skemt ;)


Annað eyga skorið út..

Evil?! :p Muðurin teknaður...

Tada!! :D

So er tertan komin í ovnin 


og her er hon liðug :D Pen, ha? :D


Júst hendan tertan smakkaði ikki av so nógvum, tí ótu vit vaniljukrem afturvið...


Hopi, at tú roynur okkurt líknandi, so góða eydnu :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde 



Ingen kommentarer:

Send en kommentar