Eftirsum eg havi fingið 3 pakkar, leggi eg allir saman. Eg minnist tíverri ikki í hvørja rekkjufylgi teir komu í, men sama ger.
Hesin niðurdeilurin er av slagnum Asos og eg keypti hann í std. 12 (40). Eg dámar hann, men eg hevði vilja, at hann var í einum øðrum liti, tí at grátt er ikki mín litur. Kanska eg liti hann.
Hesin toppurin er av slagnum New Look. Hann er std. 12 (40), men hann er petit. Hann er 1 sindur stuttur, men eg brúki hann allíkavæl. Mær dámar hann væl.
Hesin kjólin er eisini av slagnum Asos og hann er eisini std. 12. Hann hevur 1 sindur niðurringaðan háls og so er tað útskori um akslarnir.
Eg havi tað 1 ringt við at brúka hann, tí at eg eri ikki von við at vísa so nógv av mínum beinum, men eg fari at vera raskari við at brúka leggings ella nylonsokkar saman við. Hann hevur ongan form, so eg komi nokk til at brúka 1 belti við honum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar