22 september 2011

Bleytari hendur uppá ein nemman og bílagan máta :D

Uppskriftir uppá at fáa bleytari hendur. Tað er sera nemt og bíligt.
Sjálv havi eg ræðiliga turrar hendur. Mær dámar einki serligt at taka í hendurnar hjá øðrum :s
  •  Tá tú hevur gjørt kaffi, tak 1 sindur av grumsinum og gníggja í hendurnar og skola av eftir við vatni.
  •  2 tsk pulvurkaffi, 1 tsk sukur, 1 spsk honning og 3 spsk av oliven olju. Er tað ov turt, koyr so meir oliven olju í. Rør alt saman, gníggja í hendurnar og skola av eftir við vatni.
  •  Oliven olju og sukur. Gníggja og skola eftir við vatni.
  • 2 spsk oliven olju og 2 tsk av grovum salti. Gníggja og skola eftir við vatni.
  •  Smyr hendurnar inn í oliven olju og lat teg í einar bommulshandskar og sov við teinum.
  •  Eyka. Hita 4 dl av tjúkkari mjólk í eini skál og bloyt hendurnar í nakrar minuttir. Hetta er gott fyri neglirnar.
IKKI vaska hendurnar við sápu aftaná! Sápa turkar húðina...
Hesar uppskriftir skuldu gjørt tínar hendur bleytari eftir eina fer. 


Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og havi ein góðan dag :D


@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar