02 september 2011

Andlitsmaskur



Hava tit ikki roynt at gera heimagjørda andlitsmasku fyrr? Tað er sera nemt, bíligt og skeg - um tit hava girlsnight ella tú bara vilt forkela teg sjálvan :D

Minnist til at vaska andliti fyrst og ikki leggja maskuna á eyguni...


Andlitsmaska til turra húð
Hetta hevur tú brúka fyri:
1 eggjablommu
1 tsk honning 
1 tsk oliven olju
Rør alt saman, smyr á andliti og lat sita í 15-20 min. 
Maska strammar nógv og tað er vanligt, so ikki verið bangi :D
Eftir 15 min, vaska av við lunkaðum vatni og smyr andliti við tínum vanliga andlitskremi :D
Handan uppskriftin er nokk til fleiri

Royn tað :D


Andlitsmaska fyri oljuta húð

Hendan maskan er næstan tann sama, bara tú brúka eggjahvítar staðin fyri eggjablommu.
Hetta hevur tú brúk fyri:
1 eggjahvíta
1 tsk honning 
1 tsk oliven olju
Rør fyrst eggjahvítan til tú sær boblur og rør síðani alt saman, smyr á andliti og lat sita í 15-20 min. 
Maska strammar nógv og tað er vanligt, so ikki verið bangi :D
Eftir 15 min, vaska av við lunkaðum vatni og smyr andliti við tínum vanliga andlitskremi :D
Handan uppskriftin er nokk til fleiri

P.S. Tað fer ikki síggja út, sum á myndini.


Sjokulátaandlitsmaska

Hetta hevur tú brúk fyri:
1 spsk. kakao
1 tsk. honning
1 tsk. jogurt ella pískaðan róma

Rør kakao og honning saman, áðrenn rómin ella jogurti kemur í. Set í køliskápi í nakrar min og smyr síðani á og lat liggja á í 20-25 min. Nokk til meir enn 1 persón.
Hendan er góð til at sprammar porirnar, gevur fukt og er verjandi í móti dálking.
Hon luktar sooo væl og smakkar væl :D Húðin følist ordiliga lekkurt aftaná :D



Honning yngir um, strammar húðina, endurnýggjar húðcellur og hjálpir við acne.
Jogurt fuktar húðina, gera húðina ljósari, ger arr minni sjónlig, strammar, minkar redheit og hjálpur uppá plettum.
Eggjablommur hava nøkulunda sama virking sum jogurt. Eggjablomman  er fyri tað mesta vatn og feitt. Hon fuktar og kann hjálpa uppá plettum. 
Eggjahvítar hava eisini nøkulunda sama virking sum jogurt. Eggjahvítin reinsar, "exfoliates", ljósnar og strammar húðina.
Oliven olja fær húðina at skína, gevur fukt og glow.

Ger hetta 1 fer um vikuna og húðin verður væl fyri :D

Góða eydnu og hugnu tykkum :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar