Onkentíð má ein forkela seg sjálva...
Tað byrjaði kl. 20 við mótasýningini. Ovara hæddin var gjørt til eitt catwalk og stólar vóru settur upp. Tað var tíverri ikki pláss hjá øllum at sita, men tað er bara gott fyri Rokokko.
Har vóru klæðir til tað vaksnu konuna og tað ungu damuna. Tað vóru 4 modellir, tvær konur og tvær damur. Tað bleiv víst mest av fínum klæðum, sum kundu brúkast til jólaborðhald t.d. og at endanum vóru gallakjólanir. Afturvið mótasýningini var kaffi, tea, vatn, saltstengur, dipp, mega lekkur sandwich o.a.
Aftaná mótsýningina var møguleika fyri at keypa og kl. 22 var drigið um 2 gávukort. Eg minnist ikki, hvat upphæddin var, men umleið 300 - 500 kr.
Tað vóru so nógvar damur og tað var trongt. Eg hevði ikki hug at leita eftir nøkrum, men at endanum fann eg ein super penan topp. Hetta slagið av toppi havi eg havt eyga á leingi, men havi hildið, at hann ikki fór at hóska mær, uttan at hava roynt hann. Eg mátti royna hann og fann síðani útav, at hann sæt nógv betur enn eg hevði væntað! Prísin fekk eg ikki við, tí at prísmerki var ikki á, men við -20% bleyv tað umleið 329 kr.
Her er toppurin.
Myndir av mær í honum, verða á einum av komandi bloggi.
Gávan var ein Gosh pigment eygnaskuggi og eitt gávukort uppá 100 kr :) Allar fingu ikki sama lit eygnaskugga.
Gávan var ein Gosh pigment eygnaskuggi og eitt gávukort uppá 100 kr :) Allar fingu ikki sama lit eygnaskugga.
Tá eg sá litin av eygnaskugganum, hugsaði eg, at hasin liturin klæðir ikki meg. Eg lat krukkuna upp og bleiv jaliga yvirraska. Liturin var sera penur og spennandi. Hann minti meg um jól. Eg fari heilt sikkurt at royna at brúka hann. Kanska til eitt christmas party look?
Eg eri glað fyri at eg fór til hetta tiltakið, tí at tað var hugnaligt, eg kendi nógv fólk og eg fann ein part av mínum outfit til jólaborðhaldi í næsta mánaða.
Eg kann viðmæla tílík tiltøk.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar