Nú havi eg aftur keypt online og tað fari eg nokk at halda áfram við. Eg eri ikki typan, sum tímur væl at ganga í handlar, so at keypa online passar mær væl :)
Eg keypi frá Asos.com, tí at tað kostar einki í sending og har er eisini bíligt. Eg haldi meg undir 300 kr.
Hesu fer komu 3 ting.
Tað fyrsta er hálsketan við krossinum í. Sum tú sært liggur hann og tað dámar mær væl. Vónandi merkir tað ikki nakað ónt!
Eg væntaði krossin at vera størri. Tað eri eg 1 sindur skuffa av, men eg dámi hana væl.
Tað næsta eru 2 armbond. Eg helt, at tey sóðu so pen og fitt út á heimasíðuni. Annað armbandi hevur eina silvur ketur og Love er copar'ish. Hitt er gull og hevur eitt hjarta í.
Eg haldi, at eg eri ov gomul til at brúka hesi armbond, so onkur verður so heppin at fáa tey í jólagávu.
Buksirnar minnist eg faktisk ikki, at eg havi keypt, men eg fari at brúka tær.
Tær eru tunnar og bleytar. eru gráar, sum er eitt minus, tí at eg klæði ikki væl grátt, men tær eru deiligar at vera í.
Hatta var tað fyri hesu fer. Hope U liked...
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :)
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar