Sum barn fekk eg altíð eina heita varmapútu, tá ið eg hevði ilt í búkinum ella var køld, aftaná at hava verið úti í kavanum :D Brings back pleasent memories :D
Hesa lekkru varmapútuna við umslagi fann eg í Primark fyri heilt lítið, minnist ikki hvussu nógv :s 7 pund? Umslagi er so lekkurt, bleytt og logið.
Eg dámi væl taskur, men eg keypi ikki ein og hvørja! Sum sagt áður í blogginum, so hugsi eg meg um, um eg fari at brúka hana. Svarið er ja! Eg havi brúkt hana hvønn dag síðan eg keypti hana :p
Ikki kann eg minnist, at eg nakrantíð havi átt eina poncho, men avlíkavæl hómi eg eina...
Hesa penu poncho fann systi í H&M :) Hon ætlaði sær hana, men klæddi hana ikki so væl. So eg royndi hana. Hon er so deiligt og heit at vera í :D Gangi nógv í henni og eri sera glað fyri hana :D
Nú jólaborðhaldi í langar banar skuldi vera, mátti eg keypa mær okkurt hárprýði :p
Eyka prýði :p
My drug! Oyraringar :p Einki annað at siga ;)
Eisini keypt eg eina myrkabláa tunna skjúrtu við einum brúnum belti. Hon er farin í vask.
My little black classic dress fara tit at síggja ein annan dag, um tit vilja.
Sjeikurin keypti tað, sum hevur angar, at hann ikki keypti fyri 1 ári síðan! hehe... Tá ið við gingu eftir gongugøtuni, komu vit frammá nakrar teltbásar (sum eisini vóru í fjør). Í einum av básinum seldu 2 damur Bonzaitrø. Tey vóru so pen :D Hetta er so Bonzaitræi, sum sjeikens keypt :D Vit kalla tað bara Miyagi :p Eg eri sjálv glað fyri hann :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar