Viser opslag med etiketten kapping. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten kapping. Vis alle opslag

22 marts 2013

MUG kapping (mars 2013)

Tað er ein gleði at vinna! :) Tað er næstan líka miki hvat tað er ein vinnur...
Eg haldi ikki, at eg havi nakrantíð vunnið ein kapping, ikki sum eg minnist. Eg havi ongan at spyrja...

Nú er langt síðan eg havi verið við í einari makeup kapping og eg hevði einki at gera ein dagin, so eg tók mín makeuppung fram og fór í gongd. 

Hendan kappingin eitur Makeupgeek´s monthly challenge the Color Blocking og lookið skal innihalda onkrar av hesum litunum:



Fyri tað mesta brúkti eg litir í Manly palette, sum eg fekk frá einari vinkonu í føðingardagsgávu fyri nøkrum árum síðani.








Hevur tú hug síggja reglarnar, ella um tú bara vilt síggja lookini hjá hinum, trýst á linki:

http://www.makeupgeek.com/community-challenge/community-challenge-color-blocking-pinks-yellows/


MakeupGeek hava kappingar hvørja viku ella hvønn mánaða. Fyri at kunna vera við kappingum hjá MakeupGeek ella at leggja sínar egnu myndir inná heimasíðina, mást tú gerast brúkari. Á síðuni er mangt og hvat um makeup. Her er linki til forsíðina:

Hevur tú hug at síggja sumt av tí hjá mær, trýst á linki:
http://www.makeupgeek.com/members/%40Solmunde/looks/


Um tú spyrt meg, so dugi eg eitt sindur betur at leggja makeup á, enn seinast, sum var seint í 2011 ella tíðliga í 2012. 
Vónandi vinni eg ;)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

06 april 2012

Makeupgeek kapping

Kappingin hesa fer var vár inspirera og her er mítt look :p

Eitt sindur øðrt, oh well :) Eg brúkti lilla, ljósareytt, hvítt og grønt til eyguni.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

07 december 2011

Makeup Geek Challenge: Water For Elephants

Enn eina fer kom eg frammá eina make-up kapping :p (ikki tí at eg nakrantíð havi ella fari at vinna)...
Fyri at kunna vinnað, skalt tú gera 1 make-up look inspirera av Resse Winterspoon í filminum Water For Elephants.
Vinningurin er filmurin sjálvur og 5 eygnaskuggar frá Makeup Geek (vel sjálv litirnir).
Kappingin endar 9 des 2011.
Um tú vil vera við, far á http://www.makeupgeek.com/look-of-the-week/weekly-challenge-water-for-elephants/


Her er mín inspirera look...
Haldi, at mítt foundation er ov ljóst! Ironiskt, tí at eg keypti tað í vár ella summar hehe... 


Eg havi ikki sæð filmin. Er hann góður??


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde