Vit búdu á **** Peridis Family Resort, sum lá umleið 1 km frá sentrum. Hóast tað vóru matstovur allastaðni!
Tað tiktist langt at ganga í byrjani, men gongutúranir vóru deiligir, veðrið var gott og nógv at hyggja at. Tað vóru sera nógvir flottir bátar, tó ikki nógvir flottir bilar, ein svartan Porsche 911 og ein gráan Mercedes, sum vit løgdu til merkis.
Fyri tad mesta lógu vit vid pool'in á hotellinum, og um tú hevur møtt mær síðan vit komu heim, sæst tad kanska ikki á mær :s Eg var so oheppin, at eg brendi meg fyrsta dagin og seinasta dagin. Eg segdi nemliga vid sjeikens, at eg ikki verdi verid Rudolf heldan turin and I spoke to soon!
Ein fín greskt øl :)
Áftana fyrstu náttina vóru vit bæði so illa bitin av moyggjabitum og tað bleiv verri fyri hvønn dag! Vit smurdu bitini hvønn dag og vit smurdu á allan kroppin, fyri at halda moyggjabitinum burtur, men tad hjálpti einki serligt. Glað bleiv eg, tá eg fekk at vita og fann útav, at tad riggadi væl at smyrja sitónsaft a bitini, men tiverri var tað tann seinasta dagin...
Eisini royndu vit mexikanska mat og temaði var totalt mexikansk eisini! :p Tann matin var sjeikens ikki so glaður fyri, hóast eg dámdi hann. El Paso.
Eina náttina slóð tóran. Tíverri sá eg hana ikki. Hon er so vøkur at hyggja at..
Her er 1 lítið video. Tú sært næstan einki, so hav ljóði frá (eg eri ikki von við at gera video).
Vit hava ein ferd fyrr verid á Kos, tad var fyri 11 árum sídan og eg vil siga, at mangt er broytt sídan...
Hevði eg farið aftur til Kos? Ja, kanska um nøkur ár :)
Um tú ert áhuga/ur í at síggja fleiri myndir, so geri eg ein blogg um hotelli og ein um Ziu.
Allar myndirnar vóru tiknar við iPhone (sum eg fekk í føðingargávu frá mínum deiliga sjeiki)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar