06 juni 2012

Nýggja fartelefon...

Leingi havi eg hugsað, um hvørja fartelefon eg hevði vilja keypt mær, um mín Sony Erisson nú knappliga gekk fyri. Hon var næstan 3 ár, um eg minnist rætt, og hon slóknaði sjálvt til tíðir... Eg hevði ikki stóran hug at skifta fartelefon, tí eg anaði ikki, hvat var at fáa...


So seinasta mánaða fylti eg og eg fari ikki at siga ung eg bleiv ;) Anyway, sjeikurin spyrdi meg, um eg ikki skuldi fara í Toystovuna at keypa mær okkurt við hansara visakorti, við einum "overbevisende" útrykkið á andlitinum og vælvitandi, at eg fór at siga nei.  Sum vænta, segði eg nei og hann koyrdi hondina í innaralumma á jakkanum og tók ein lítlan pakka úr. Eg havi varhugað av hvat tað fór at vera og eg hevði rætt! Tað var ein hvíta iPhone 4S! :D Eg bleiv sooo glað! 




Eftir at hava hugt nógv á youtube, havi eg sæð fleiri, sum hava iPhone við covers av ymsum slag og prýði. Eg hugsaði, at tað er ein nemmur máti at prýða sína iPhone og so er ikki allar líka :)
Eg fór ein túr á ebay at hyggja dagin eftir. Har vóru sera nógv cover, ikki so nógv sum tiltalaði meg, men tað gjørdi hetta :) Segði nakar bling bling! ;)




Hetta coveri kostaði mær $7,98 við frakt :)


Ein kann væl prýðað sína eygnu iPhone, um ein vil, men tað havi eg ikki orku til í løtuni...


So nú nýtist mær ikki longur at hugsa um, hvørja fartelefon eg hevði vilja keypt mær :) Eri enn glað fyri hana og fyri at hon er hvít :D 



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar