10 juni 2012

Lumpandi starvsfelagir

Í seinastu viku var eg biðin at koma á fund á starvsplássinum. Eg segði ja og hugsaði ikki meir um tað. Eg møtti til fundi og áðrenn vit komu so langt sum at starta fundin, sigur leigarin við meg og hin starvsfelagin, at vit fara eitt øðrindi. "Ánei, fara vit nú oman á skrivstovuna, so er tað okkurt álvarsligt" hugsaði eg... men hon koyrdi næstan oman í miðbýin. Hon setti bilin við Sjónleikshúsið og so gingu vit niðaneftir. Eg hugsaði fyri meg sjálvari: "hvar í allari víðu verð fara vit?" og hugdi runtan um okkum, men so byrjaði leigarin at grína og starvsfelagurin skeldaði hana við ein gríni og segði: "pínad*** altíð skalt tú oyðileggja alt! :)". So fall 5 oyra! Vit fóru í Feet ´n´ Feed!




Tær høvdu avgjørt at geva mær eina viðgerð av Doctor Fish í føðingargávu :D
Glað var eg! Eg hevði roynt tað eina fer fyrr (í Rodos í fjør) og dámdi tað sera væl :) Aftaná var ikki nógv hørð húð eftir á halinum :)2 minus tó, tað er at ikki fleiri fiskar eru í karinum og at beinini ikki koma longur niðurí...





Ein deilig yvirraskandi gáva :D Hetta fari eg heilt sikkurt at gera aftur :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar