Soleiðis havi eg tað við M.A.C. Tá ið eg kom og fór herfyri á flogvøllinum í Keypmannahavn, keypti eg fyri fleiri hundrað krónur og eg haldi, at tað er væl brúktir pengar (um tú spyrt meg) :)
Hesi keypti eg :)
Sera góðir penslar til eygnaskuggar
Okkurt gott til undir eyguni :)
Lekkur vátur eygnaskuggi, sum ein kann brúka sjálvan ella undir aðrar eygnaskuggar
Væl hósandi litir til míni bláu eygu :)
Woodwinked er 'creamy' og hin er turrur :)
Ein neutralan varrablýant
Og sjálvandi eina reyða varrastift
Við ljósareyðan undirtóna
Tá ið góðskan er so góð og ein ikki kennur betur góðsku, kann ein ikki annað enn ynskja sær meir :p
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar